Fýra koyrdu ímóti ferðslu­rætn­ingi í Klaksvík

Øll hava ikki vant seg við, at ferðslan er einsrætta við skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík

Tíðliga gjáramorgunin var løgreglan við skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík og kanna ferðsluna. Tað er soleiðis, at kommunan hevur einsrættað ferðsluna kring skúlan á Kráargøtu og á Heygavegnum, og tað hava øll ikki vant seg við enn. Tí í gjár vórðu fýra bilførarar skrivaðir fyri at bróta ferðslulógina, har teir koyrdu ímóti ferðslurætninginum.

Og tað kostar, tí tað gevur eitt klipp í koyrikortið umfram 1.500 krónur í bót.

Talan er um eina royndarskipan hjá Klaksvíkar kommunu, sum seinni skal taka støðu til, um tað skal gerast ein varandi loysn, ella um tað skal broytast aftur sum tað var. 

Løgreglan hevur hetta tíðarskeiðið givið nógvar bøtur og klipp hetta tíðarskeiðið.