Fýra lið kunnu leggja seg á odda

Oddasessurin hjá Neistanum verður helst tikin í kvøld í Atlantic Airways deildini

Tveir dystir verða í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Í Kollafirði spæla KÍF og StÍF, meðan H71 og VÍF spæla í Hoyvík. Øll liðini hava fýra stig og betri malúrtøku enn Neistin, sum er oddalið við seks stigum.

 

KÍF tapti seinast á heimavølli fyri Kyndli, meðan StÍF um vikuskiftið vann á júst Kyndli í høllini á Hálsi. VÍF setti av álvara Neistan upp á pláss um vikuskiftið. Nú er spurningurin, um teir klára at endurtaka góða avrikið móti H71, sum seianst vann á Team Klaksvík?

 

Ein dystur verður í Elektron-deildini, sum er besta deildin hjá kvinnum. Her er talan um spennandi dyst, tí talan er um greipu vinnararnar úr Neistanum, sum taka móti VÍF, sum hevur átikið sær leiklutin sum avbjóðara til FM í ár.

 

Neistin hevur longu mist fleiri stig enn tær gjørdu farna kappingarár, og liggur, so løgið tað ljóðar, aftast. Tó hevur Neistin bara spælt tveir dystir, meðan onkur av hinum liðnum hava spælt tríggjar ella fýra dystir.

 

Atlantic Airways deildin:

KÍF – StÍF (19.00) Beinleiðis á in.fo

H71 – VÍF (19.00)

 

Elektron deildin:

Neistin – VÍF (19.45)