Maðurin, sum sló ein mann frá Sea Shepherd í Skopun næstsíðsta vikuskiftið, var í dag dømdur at sita í fongsli í fýra mánaðir.
Maðurin hevði ein treytaðan dóm, og sama vikuskiftið hevði hann eisini sligið onkran annan heima á Sandi. Tað er fyri øll hesi lógarbrot, at maðurin varð dømur í fongsul.
Maðurin skal rinda spanska Sergio 4.720 krónur í endurgjaldi, og hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.