Løgreglan hevur sperrað eitt øki av í Covent Garden í London, eftir at fýra menn vórðu stungnir niður. Ein 47 ára gomul kvinna er handtikin, og løgreglan hevur lagt hald á eina saks. (Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)

Fýra menn stungnir niður í London – kvinna handtikin við saks

Fýra menn vórðu í dag stungnir niður í Covent Garden í miðbýnum í London. Ein 47 ára gomul kvinna er handtikin í sambandi við hendingina.

Løgreglan hevur sperrað eitt øki av í Covent Garden í London, eftir at fýra menn vórðu stungnir niður. Ein 47 ára gomul kvinna er handtikin, og løgreglan hevur lagt hald á eina saks. (Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir bretska løgreglan sambært Reuters.

Menninir, sum eru 34, 39, 42 og 52 ára gamlir, vórðu funnir við stungusárum. Teir fingu fyrstu hjálp á staðnum og vórðu síðani fluttir á eitt traumamiðstøð. Enn er einki upplýst um, hvussu álvarsliga teir eru særdir.

Løgreglan upplýsir, at kvinnan er handtikin undir illgruna um at hava framt álop og havt eitt vandamikið amboð í varðveitslu.

Seinni upplýsti løgreglan sambært Sky News, at ein saksur er tikin á staðnum, og at fyrstu upplýsingar benda á, at hendingin hevur samband við sálarligar trupulleikar.

Sjúkrabilar og løgregla vórðu boðsend stutt undan klokkan 12.30. Eisini ein sjúkratyrla varð send á staðið, men teir fýra særddu vórðu fluttir við vanligum sjúkrabilum.

Hendingin fór fram á Endell Street, stutt frá Covent Garden, sum er eitt av mest vitjaðu ferðamannastøðunum í London og kent fyri handilslívið og gøtulistafólk.

Løgreglan arbeiðir framvegis við at kanna málið.