Fýra nýggir smittutilburðir í Grønlandi

Tríggir tilburðir eru staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum, og ein er staðfestur í Maniitsoq.

 

 

Tríggir nýggir smittutilburðir við koronu eru staðfestir í Nuuk seinasta samdøgrið, og ein nýggjur tilburður er staðfestur í Maniitsoq.

 

Smitta er á trimum stovnum og tveimum skúlum í høvuðsstaðnum.

 

Nýggju smittutilburðirnir í Nuuk hava samband við stovnar og skúlar, sum frammanundan eru raktir, sigur landslæknastovnurin í Grønlandi á sínari heimasíðu.

 

Skúlaflokkar eru sendir til hús og ein dagstovnur, sum hevur verið raktur av smittu, er framvegis stongdur.

 

Landslæknastovnurin vísir á, at nýggi smittutilburðurin í Maniitsoq hevur samband við eitt heilsustarvsfólk, sum er vorðið smittað. 

 

- Vit arbeiða framvegis við smittusporing í samband við nýggjur tilburðirnar, siga tey í grønlendska landslæknaembætinum í dag.