Fýra partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa

Tríggir djúpvatnstrolarar og fimm smáir trolbátar eru eisini til fiskiskap í løtuni.

Upsafiskiskapurin vil treyðugt taka seg uppaftur. Góði upsafiskiskapurin er nú við at gerast søga.

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, og soleiðis hevur verið leingi.

 

Í løtuni eru tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk, og onkur fær nakað av blálongu.

 

- Allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.

 

Av teimum smáu trolbátunum, eru fimm til fiskiskap í løtuni. Allir uttan hin eini koma inn at landa fyrst í vikuni.

 

- Trolbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski.

 

Fýra garnaskip eru eisini til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.

 

 

 

Upsafiskiskapurin vil treyðugt taka seg uppaftur. Góði upsafiskiskapurin er nú við at gerast søga.