Fýra tiknir fyri at hava steinað kvinnu til deyða

Løgreglan í Pakistan hevur nú tikið fýra menn í sambandi við hendingina, tá ein ung barnakona bleiv steinað til deyða.

Hendingin hevur elvt til stóra øsing í Pakistan, og tað fekk í gjár forsætisráðharran at seta í verk eina kanning, sum skal lýsa, hví løgreglan ikki forðaði teimum, sum steinaðu ta 25 ára gomlu kvinnuna.

 

Eygnavitni hava greitt frá, at fleiri løgreglumenn vóru hjástaddir og sóu, hvat hendi, men at teir gjørdu einki.

 

Pápi kvinnuna varð tikin týsdagin, og nú hevur løgreglan tikið tríggjar skyldmenn hjá kvinnuni.

 

Hendingin uttan fyri dómhúsið í Lahore hevur skelkað umheimin, og pakistanska stjórnin hevur fingið ein hóp av mótmælum. 

 

Tann 25 ára gamla kvinnan, sum var komin í triðja mánað, bleiv steinað til deyða, tí hon hevði gift seg manninum, sum hon vildi hava, men sum familja hennara ikki vildi góðkenna. Maður hennara hevur greitt frá, at hann bønaði og bað løgregluna hjálpa konu síni, men at løgreglumenninir svaraðu, at tað høvdu teir ikki skyldu til.