Lokalfelagið hjá Tjóðveldinum í Eysturoynni, Eysturoyar Tjóðveldisfelag, hevur nú kunngjørt sín fyribils valevnislistan til løgtingsvalið 01. september.
Leysasøgur hava gingið um, at Tórbjørn Jacobsen, ið stillaði upp til fólkatingsvalið, fór at gera eitt come-back í føroyskum landspolitikki, men hann er ikki at finna á listanum.
Heldur ongin kvinna er komin á listan hjá Tjóðveldinum í Eysturoynni, men kanska uppaftur meira merkisvert er, at av teimum fýra valevnunum eru tríggir borgarstjórar.
Á listanum eru Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, og Jógvan Magnus Hansen, ið er úr Skálabotni.