Fýra trolbátar eru til fiskiskap

Tríggir trolbátar fiska á landleiðini, og ein fiskar uttanfyri. Bátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski.

 

 

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Skipini fiska upsa og fáa nakað av hjáveiði.

 

- Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Ein annar, sum eisini plagar at hanga í, liggur við bryggju.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smærru trolbátunum til fiskiskap. Tríggir fiska á landleiðini, og ein fiskar uttanfyri. 

 

- Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski og flatfiski - og tann, sum fiskar uttan fyri, fær mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Teir koma inn at landa síðst í hesi vikuni, men fiskiskapurin er smáligur.

 

- Tvey garnaskip fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.