Í gjár var ein maður til grundlógaravhoyr í samband við grovan harðskap og hóttanir í Klaksvík, har knívur eisini hevði verið á lofti. Talan var um eitt mál, sum fór fram uttan fyri skeinkistaðið, Molly, sunnunáttina.
Eftir hendingina setti løgreglan í verk leiting í fjøruni og á sjónum í Klaksvík, og froskmenn vóru eisini við í leitingini. Her varð tað funnið, sum leitað var eftir, og talan var um ein knív, visti løgreglan at siga gjáramorgunin.
Løgreglan handtók síðan ein mann í 30-árunum, sum var til grundlógaravhoyr seinnapartin í gjár, tí løgreglan vildi hava mannin fongslaðan, meðan arbeitt verður við at greiða málið.
Rætturin gav løgregluni viðhald, og maðurin er nú fyribils varðhaldsfongslaður í fýra vikur - skuldsettur fyri grovan harðskap og hóttanir í Klaksvík.