Tað er óklárt millum Hákun Edmundsson og NSÍ. 19 ára gamli miðvallarin metir ikki, at hann fær nokk í løn. Tí verður hann útleigaður hetta kappigarárið, men NSÍ vil ikki útleiga hann til ein kappingarneyta um Evropa plássini.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Tí verður hann ikki útleigaður til eitt topp 6 lið frá í fjør. Eftir eru so AB, B68, Skála og TB, sum spæla í Effo-deildini.
Les eisini:Hákun venur ikki við NSÍ longur
- Vit hava fingið fyrispurningar frá øllum fýra feløgunum, um at leiga Hákun Edmundsson, váttar Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ.
Sum In.fo skrivaði í farnu viku, so venur Hákun Edmundsson ikki longur við Effo-liðnum hjá NSÍ, men við næstbesta liðnum.