Fyribils úrslit frá yvirlitstrolingunum á Landgrunninum

Fyribils úrslit frá yvirlitstrolingunum á Landgrunninum við Magnusi Heinasyni á sumri 2009 eru nú tøk á heimasíðuni hjá Havstovuni. Væl meira varð fingið av toski í ár samanborið við seinastu 3 árini.

Flestu fiskasløgini vóru væl í holdum.

Fyri tosk hevur lítið verið at fingið síðani 2003, og serliga árini 2006-2008 var lítið at fáa. Men í ár bragdaði aftur, og kom veiðan upp aftur á støðið í 2005. Enn er stovnurin tó ikki væl fyri, men tað gleðiliga er, at tilgongdin sær út til at vera munandi batnað. Úrslitini fyri hýsu hava verið støðugt minkandi síðani 2002, og úrslitið fyri í ár er tað minsta síðani 1991. Men eisini her eru batar at hóma, tí tilgongdin, ið hevur verið sera lítil seinastu árini, tykist nú at vera betri aftur. Hóast úrslit viðvíkjandi upsa frá tílíkum yvirlitstrolingum skulu takast við fyrivarni, so benda tølini á, at stovnurin hesi seinastu 3 árini er nakað minni enn árini frammanundan. Longa og brosma tykjast at vera væl fyri, kanska eisini reyðsprøka og stóri kongafiskur, meðan verri stendur til við trantkongafiski, kalva og tungu. Hvítingsbróðir er heilt væl fyri, meðan svartkjaftur hevur verið á sera lítlum støði seinastu 4 árini, stendur m.a. at lesa í frágreiðingini.

Les alla frágreiðingina á www.frs.fo.