Faroe Petroleum boðar við hesum frá fyribils úrslitinum av Cooper boringini í Norska Havinum. Felagið eigur 30% av loyvinum.
Tað boðar Faroe Petroleum frá.
Borað varð niður á 5.330 metrar frá vatnskorpuni, og komið varð fram á kolvetni í jura Garn jarðfláini. Víttfevnandi kanningar eru gjørdar og samtakið hevur avgjørt at gera eina útvinsluroynd (drill stem test DST), fyri at meta um kolvetnisgóðskuna. Felagið væntar at geva fleiri upplýsingar um útvinsluroyndina innan nakrar vikur.
West Alpha boripallurin varð nýttur til boringina. Brunnurin er á leitiloyvi PL477 á teigi 6506/11 á Haltenbankanum í Norska Havinum, 5km eystanfyri Smørbukk framleiðslueindina og 5km vestanfyri Morvin framleiðslueindina. Centrica Resources er fyristøðufelag og eigur 40% av loyvinum, Suncor Energy eigur 30%.
Fyribils úrslitini frá Cooper brunninum eru lovandi, men tað er neyðugt at fáa úrslitið frá útvinsluroyndini, áðrenn tað kann staðfestast, um fundið er rakstrarverdugt.
Hetta er ein spennandi tíð fyri Faroe Peroleum, sum eisini borar áNorth Uist leitimiðinum vestanfyri Hetland. BP er fyristøufelag á North Uist og Faroe Petroleum eigur 6.25% av loyvinum. Boringin er nakað seinkað orsakað av tekniskum trupulleikum, sigur Faroe Petroleum í skrivi.