Fyribrigdi: Skúm í fjørðinum

- Hetta hevur einki við olju ella aðra dálking at gera, sigur Tórshavnar havn.

Í morgun sást nógv "skúm" oman á sjónum út fyri grótkastinum í Havn og longur úti í Nólsoyarfirði.

 

Tórshavnar havn sigur, at hetta er eitt fyribrigdi, sum ikki er ókent, men hvør orsøkin til fyribrigdið í veruleikanum er, vita tey ikki við vissu.

 

- Streymurin hevur verið harður, og vit hava havt eitt lítið lot høgt. Nú er streymurin linkaður aftur, og í morgun var sýnið út eftir sjónum gott. 

 

Hjá Tórshavnar havn halda tey, at slíkt ofta hendir eftir, at trýst hevur verið í sjónum, og óhugsandi er ikki, at hetta er skúm, sum er rikið inn í fjørðin.

 

- Hetta hevur so einki við olju ella aðra dálking at gera, vóru tey sannførd um, tá in.fo fregnaðist um fyribrigdið í morgun.

  

Á onkrari útlendskari heimasíðu kann lesast um, at havið eisini kann virka sum ein "uppvaskimaskina".

 

- Hugsandi er, at talan er um plantuplankton, sum framleiða nógv slím. Slímið verður til "skúm", tá tað verður pískað upp.

 

Ein onnur versión, sum kann lesast um á netinum, er, at slíkt fyribrigdi ofta er deyðar algur, sum enda uppi í vatnskorpuni og líkjast skúmi.

 

- Hetta er eitt náttúrufyribrigdi, sum ofta kann líkjast dálking, men dálking er tað ikki, verður sagt.