Pinkulandið San Marino, elsta lýðveldið í Evropa, sum liggur mitt í Italia hevur eitt landslið við bara amatørum, sum stríðast manniliga, men sjáldan fáa teir stig. Men teir megna kortini at borga fyri nøkrum fittum søgum.
Ígjár stóð San Marino seg heiðurliga, og tapti 1-4 ímóti Noregi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Tað var tó ikki fyrrenn eitt korter var eftir, at tað skrædnaði, og Noreg skoraði trý mál. San Marino megnaði at javna tíðliga í seinna hálvleiki við einum máli, sum Mattia Steffanelli skoraði, og tað bleiv feirað, sum San Marino hevði vunnið HM.
Tann fitta søgan er tó um 30 ára gamla tvíburðabrøðurnar, málverjan Aldo Simoncini og verjuspælaran, Davide Simoncini. Sum myndin sýnir, so hevur Davide júst gjørt sjálvmál og beint bóltin í málið hjá tvíburðabeiggjanum, Aldo og tykist at siga: "Fyrigev mær sjálvmálið tvíburðabróðir".
Eurosport Norge vóru skjótir at gera gjøldur burturúr, at Davide Simoncini var fyrsta málskjúttin hjá Noregi í hesari HM-undankappingini, tá hann beindi bóltin í egið mál.