Svein Jentoft hevur síðan 1987 verið professari í sosiologi við Lærda Háskúlan í Tromsø. Hann hevur staðið á odda fyri fleiri altjóða granskingarverkætlanum um fiskivinnuumsiting og menning av fiskivinnnusamfeløgum. Hann vitjar í Føroyum í sambandi við fund í stýrisbólkinum fyri Granskingardepilin í Klaksvík.
Fiskivinnuumsiting snýr seg einamest um við samfelagsstovnum at stýra atburðin hjá menniskjum. Yvirhøvur er tað tað, ið samfelagsvísindini takast við. Hóast hetta, so er tað lívfrøðin, sum fram um alt verður hildin at vera einasti fakkunnleiki, ið krevst. Í fyrilestrinum verða grundir givnar fyri, at samfelagsvísindini eiga at verða betur umboðað í fiskivinnuumsitingini.
Sí eisini heimasíðuna www.sleipnir.fo/setur/tiltoek