Fyrilestur í Nóatúni

   

Almennur fyrilestur verður í Ovastovu í Nóatúni mikukvøldið 5. november 2003 kl. 19.30.
Sigurð í Jákupsstovu, sivilverkfrøðingur, Ph.D., heldur fyrilestur, ið hann kallar: »Skalering av gassinnsprænings-prosessum«.
Sigurð í Jákupsstovu er sivilverkfrøðingur og starvast sum stjóri á Jarðfrøðisavninum. Hann vardi Ph.D. ritgerðina "Simulation of Gas Injection Processes" á Danmarks Tekniske Universitet í desember 2002.
Neyvar metingar av framleiðslu eru neyðugar, tá ein oljuleið skal byggjast út, og tørvur er tí á myndlum, sum kunnu lýsa, hvussu uppruna løgurin og jarðfrøðiligu umstøðurnar ávirkast við innspræning av vatni ella gassi. Innspræning av gassi er nógv nýtt til at økja um oljuframleiðsluna, og er hesin háttur mest virkin, tá gassið blandast við oljuna. Fyrilesturin viðger brúk av myndlum til at simulera blandbara gassinnspræning.