Fyrilestur um páparættindi í Miðlahúsinum

Í kvøld verður fyrilestur undir heitinum: Faðirskapurin í søguligum perspektivi og páparættindi í dag við Jørgen Lorentzen, kynsgranskara úr Noregi. Javnstøðunevndin hevur bjóðað norska kynsgranskaranum Jørgen Lorentzen til Føroya at greiða frá um faðirskap og páparættindi.

Jørgen Lorentzen starvast sum granskari á ?Senter for tverrfaglig kjønnsforskning? á universitetinum í Oslo. Hann hevur serligan áhuga fyri gransking innan maskulinitet, faðirskap, seksualitet og harðskap. Hann er leiðari av verkætlanini Menn og maskuliniteter, har granskað verður um faðirskap sum mentanarligt fyribrigdi í søguligum og nútímans týdningi.

Jørgen Lorentzen hevur tikið lut í almenna kjakinum í Noregi um familju, javnstøðu, pápar og faðirskap. Hann er limur í norsku barnalógarnevndini, sum millum annað hevur til uppgávu at endurskoða lógarverkið, ið viðvíkir børnum.

Hann hevur útgivið fleiri bøkur og greinar, eitt nú bøkurnar Män i Norden. Manlighet och modernität 1840-1940 (2006) og Kjønnsforskning (2006).

Fyrilesturin, sum verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 20 er almennur og ókeypis og hann varir í umleið ein tíma.