Tíðindaskriv
Parkinsonfelagið hevur fingið svian Leif Ögaard, sum hevur parkinsonsjúkuna, hendavegin at halda fyrilestur fyri limum og avvarðandi hjá parkinsonsjúklingum.
Harumframt er felagið áhuga í, at starvsbólkar innan sjúkrahúsverkið luttaka á tílíkum upplýsandi fundum, til tess at økja um teirra førleika og soleiðis kunna veita eina betri hjálp til sjúklingar.
Tað er eingin loyna, at fakligi førleikin og tískil hjálpin, er sera avmarkað á parkinsonøkinum. Hetta hóast vit í Føroyum hava lutfalsliga nógv, sum hava parkinsonsjúkuna.
Hesin fyrilestur verður hildin út frá bókini - Bättre liv trods Parkinson - sum Leif sjálvur hevur skrivað. Bókin snýr seg um, hvussu tað er at liva við Parkinson sjúkuni.
Fundurin í Klaksvík verður skipaður sum eitt slag av útferð, og farið verður við leigaðum bussi frá Gundadalshøllini í Havn kl. 9.30. Ætlanin er, at bussurin skal steðga á, á leiðini norðureftir soleiðis at luttakarar eitt nú í eysturoynni kunnu eisini koma við.
Fundurin í Klaksvík verður á Sjómansheiminum, har høvið eisini verður at fáa ein góðan bita. Aftaná fyrilesturin verður farið ein túr til Viðareiðis og væntandi verður bussurin aftur í Havnini umleið kl. 19.00.
Umráðandi er, at tey ið ætla at luttaka í Klaksvík boða frá á tlf: 31 38 87 ella 21 38 99 í seinasta lagi leygardagin 14. august.
Parkinsonfelagið vónar á henda hátt at spreiða kunnleika um sjúkuna til bata fyri tann sjúka, avvarðandi og heilsuverkið, sigur nevndin í Parkinsonfelagnum í tíðindaskrivi.