Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður sum kunnugt skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum á heiminum. Komandi tiltak verður mikukvøldið 22. apríl kl. 19.30 í samkomuhøllini.
Sangkreftir úr Fuglafirði syngja, og Zacharis Zachariasen, trúboðari, heldur fyrilestur undir heitinum “Lív og virki Victor Danielsens”.
Mentanartiltakið mikudagin verður tað næsta av fleiri. Fyrsta tiltakið var týsdagin 24. mars, tá Kingobólkurin úr Tjørnuvík sang, og Martin Restorff Jacobsen, prestur, helt fyrilestur undir heitinum “Guðs rødd á mannatungu.”
Aftaná mentanartiltakið mikukvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn í matarsalinum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.