Mánakvøldið 20. okt. kl. 20.00 heldur Tórður Jóansson fyrilestur umborð á sluppini »Høganes« í Runavík. Heitið er »Bretsk láni-orð í føroyskum máli«.
Tórður Jóansson, dokt-ari, sigur frá arbeiðinum við at finna fram til, hvørji orð eru komin uttaneftir inn í føroyska málið. Kanningin fevnir um tíðarskeiðið miðøld til nútíð (sluppir og trolarar). Fyrilesturin verður hildin á ein óformellan hátt og soleiðis at eisini ikki-fakfólk skulu fáa nakað burturúr.
Sum flestu sjómenn og føroyingar annars vita, eru nógv orð umborð á skipi tikin beinleiðis úr enskum máli. Hetta hevur serliga verið galdandi fyri sluppir og trolarar (t.d. »skailett« »stima«, »veirar« »sjorast« osfr.). Men Tórður Jóansson hevur við granskingarstarvi sínum víst á, at føroyska málið eisini langt áðrenn hetta hevur fingið lániorð frá fremmandum sjófólki og øðrum vitjandi. Tí hevur nevndin fyri Felagið Høganes hildið tað vera spennandi at hoyra nærri um forvitnisligu úrslitini hjá Tórða. Vit hava í samráð við Tórða mett hølini umborð á Høganesi at vera vælegnað til júst eitt høvi sum hetta, har nomið verður við hvussu skipini eisini boru ORÐ millum lond. Fyrilesturin skal ikki verða nøkur háfloygd teoretisering, men er sum nevnt eisini ætlaður vanligum fólki. Aftan á verður høvi at keypa ritgerðina hjá Tórða »English loanwords in Faroese«, og at fáa hana signeraða, um tað er ynskiligt. Henda bók er júst útkomin, og kemur ein føroysk umseting einaferð í vetur.
Felagið Høganes verður sostatt eisini á henda hátt við til at markera, at Føroyar aftur hava fingið ein doktara í málfrøði. Báðir teir fyrrverandi ? Jacob Jacobsen og Chr. Matras ? eru sum kunnugt ikki longur foldum á.
Skráin fyri kvøldið sær annars soleiðis út:
1) kl. 20.00 stundisliga:
Vælkoma og stutt frágreið-ing um sluppina Høganes.
2) Tórður Jóansson, doktari, greiðir frá granskingararbeiði sínum: um innihaldið í doktararitgerðini og eitt sindur um arbeiðsháttin.
3) Brot úr sjónbandi frá doktara-tilnevningin 8. juli 1997.
4) Kári Sverrisson syngur og spælir 2-3 skotskar sangir.
5) Kaffi, te & køkur; óformligt prát.
6) Umleið kl. 22: endi, søla og dedikatión (signering) av bókini »English loanwords in Faroese«.