Fyrimunir í felagsskapi

Flestu lond hava síðan íkomnu fíggjar- og búskaparkreppuna gjørt skipanir, sum skulu fáa gongd aftur á búskapin. Serliga hevur verið neyðugt við skipanum til bankarnar. Danir hava gjørt sonevndu “bankapakkarnar”, sum vit kunnu vera partur av. Møguleikin at verða við, hevur týdning og fer vónandi, saman við teimum politisku átøkunum, sum eru neyðug at gera afturat her heima, at fáa hjólini aftur at mala

Bankapakkar

Fyrsti bankapakkin veitti statsgaranti fyri innistandandi í bankanum í tvey ár. Hetta var neyðugt fyri at styrkja um álitið á bankarnar. Vandi var fyri, at peningur fór at verða tikin úr bankunum, um einki varð gjørt. Eitt sokallað “run” á føroysku bankarnar hevði neyvan spælt væl av.

 

Seinni í hesi vikuni kemur næsti bankapakkin í Løgtingið. Pakkin er meira umfatandi enn hin fyrri. Talan er í høvuðsheitum um at leingja statsgarantiið fyri innistandandi úr tveimum í fimm ár, og at geva teimum peningastovnum, sum hava tørv á tí, møguleika at taka serlig lán úr statskassanum, sum kunnu síðustillast við eginpening, og tí styrkja um kjarnukapitalin í bankunum.

 

Átøkini verða gjørd fyri at bøta um álitið millum bankarnar, soleiðis at teir aftur fara at lána hvør øðrum, fólki og vinnu pening. Kjarnukapitalurin verður styrktur fyri at geva bankum møguleika at útvega meira pening ella gjaldføri at arbeiða við, soleiðis at gongd aftur kann koma á peningarenslið, sum fulkomuliga er steðgað upp.

 

Tryggja útflutningsvørur

Arbeitt verður eisini við at geva føroyskum fyritøkum møguleika at tryggja teirra útflutningsvørur í sonevnda danska Eksportkreditfondinum. Soleiðis sum marknaðurin er háttaður í løtuni, er neyðugt við slíkarin trygd, tí bankarnir veita hana ikki, sum støðan er. Hetta er við til verra um kappingarførið hjá t.d. føroyskum fiskaútflytarum. Nógvur fiskur liggur á føroysku goymslunum av somu orsøk.

 

Týdningurin av skipanunum

Tað hevur týdning, at vit hava møguleika at vera við í skipanum, sum danska stjórnin setur í verk, fyri at byrgja fyri óhepnum avleiðingum av fíggjar- og búskaparkreppuni.

 

Ein ábending um hetta, er lánsbrævið danskir íleggjarar hava keypt frá Eik, og sum gevur bankanum møguleika at endurfíggja verandi lán. Felagið Peningastovnar hevur eisini mælt politikarum til at taka undir við bankapakkunum.

 

Aðrastaðni, eitt nú í Íslandi, síggja vit tíverri, at tað eru lond, sum hava spent boðan høgt, og nú hava ilt við at fóta sær, uttan hjálp uttaneftir, eftir ógvusligu niðurgongdina í búskapinum seinastu tíðina.

 

Tað er tó umráðandi ikki at yvirmeta týdningin av omanfyrinevndu skipanum, tí skipanirnar einsamallar bjarga ongum. Tær eiga heldur at verða nýttar sum gott útgangsstøðið og grundarlag til at loysa tær stóru politisku avbjóðingar, sum framvegis eru fyri framman, um vit framhaldandi ynskja eitt føroyskt vælferðarsamfelag í menning.