Olga Biskopstø
Tá umræður politiskt arbeiði, kann eg, uttan at mær tørvar umhugsunartíð svara, Hellen Heinesen.
Hellen Heinesen er ikki millum okkum meira, tí hon doyði av krabbameini í 1986 bert 43 ár gomul. Hellen hevði fyrst og fremst eitt stórt hjarta, hon var vitug og ein eldsál. Hellen kom til Klaksvíkar at undirvísa á fyrsta HF skeiðinum í Føroyum í 1974, har eg var so heppin at hava hana sum lærarinnu. Men Hellen var ikki einans lærari, hon var eisini vinkona og mentor (ráðgevi). Hon gav okkum ungu íblástur og áhuga í samfelagmálum og ikki minst, hon lærdi okkum at taka støðu til tað, sum fyrifórst í samfelagnum, ikki bert her í Føroyum, men eisini úti í heimi. Fyri hana, var tað ikki nóg mikið, at vera samd ella ósamd, tað var neyðugt at grundgeva fyri, hví so var.
Hellen Heinesen var í Klaksvík, í 1974, ein øðrvísi kvinna, ein sterk kvinna, ið megnaði tað hon vildi. Hon var ímynd av einari nýggjari tíð og einum fyri mær nýggjum kvinnuleikluti. Hon eggjaði til at traðka fram og arbeiða fyri tí ein helt var rætt. Alt hetta megnaði hon, ikki við at trútta nakað niður í okkum, men við at vera tann kvinnan hon var- sum ein fyrimynd.
Heidi Petersen
Eg havi haft fleiri sterkar kvinnur rundan um meg í mínum uppvøkstri. Mamma mín og omma mín eru tær nærmastu eg havi sæð upp til og havt virðing fyri fyrri teirra ósjálvsøkna stríði fyri familjuna.
Her heima í Føroyum gjørdist Karin Kjølbro mín politiska fyrimynd. Tað sum hevði størsta týdning var, at hon var tjóðveldisfólk og stríddist fyri einum frælsum Føroyum, ein hugsjón eg havi havt frá barnsbeini. Eisini stríddist hon fyri tí sosiala rættvísi eg altíð havi tikið fult undir við í hugsjónunum hjá Tjóðveldisflokkinum. Hon bar hetta fram við vitan og virðing, sum eg ikki kendi til í føroyskum politikki áður.
Úr útheiminum er ein kvinna eg havi sæð ómetaliga nógv upp til og er tað Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands. Hon hevur millum annað lært meg, at við virðiligum samskifti fært tú eisini virðiligar loysnir.
Eyðgunn Samuelsen
Eg vil svara spurningin í tveimum, á persónliga og politiska planinum.
Í mínum uppvøkstri eru tað serliga tvær kvinnur, ið hava ávirka mín hugburð til tað at vera kvinna. Onnur er omma mín úti á Lið, sum vit nevndu hana, hon stríddist sum bóndakona alt sítt lív og hon vísti mær, at tað ikki var nøkur avmarking at vera kvinna, heldur tvørturímóti. Serliga vil eg siga, at hon vísti mær, at kvinnur kunnu fáast við alt arbeiði, ið tær hava hug til. Hin kvinnan er Betty ommusystir mín í Klaksvík, hon var útbúgvin cand.mag og var ein av teim fáu føroysku kvinnunum, ið læs niðri í 1930unum. Hon hevur ávirkað meg sera nógv viðvíkjandi mínum hugburði til útbúgving, og var avgjørt viðvirkandi til at eg fór undir útbúgving sjálv.
Politiskt eru fleiri kvinnur, men serliga Hillary Clinton. Hon hevur víst seg at vera eitt ótrúliga sterkt menniskja, ið, sum hon sjálv sigur, hevur barst fyri hvørjari rukku í andlitinum. Hon hevur verið drigin ígjøgnum fjølmiðlarnar fyri persónlig viðurskifti, av politiskum mótstøðufólki og verið kallað maktsjúk. Listin er langur og hon hevur klárað ótrúliga væl at tikið øllum mótgangi við “uppreistari” pannu. Nú stríðist hon fyri lívinum eftir at gerast forsetavalevni í USA. Síðan hon trein á vøllin, er tað ein trupulleiki at vera skikkaður til tað ið tú vil, tað verður alla tíðina ført fram, at hon er so væl skikkað til starvið sum forseti í USA, at tað verður gjørt til ein trupulleika. Havi ongantíð hoyrt at tað hava verið trupulleikar við monnum, ið hava bjóðað seg fram til politisk størv, at teir eru ov væl skikkaðir til starvið. Eisini havi eg stóra virðing fyri hennara styrki og vilja at stríðast. At hon eftir at hava tapt 11 uppstillingarval á rað hevur styrki til at halda áfram og so enntá vinna ber boð um eina kvinnu við ótrúligari styrki og harvið vísir hon øllum kvinnum at tær skulu ikki gevast á hondum, men stríðast fyri tí, ið tær halda er rætt.
Annika Olsen
Eg havi 2 kvinnuligar fyrimyndir, og tær eru omma mín, Johanna Maria Olsen, vanliga kalla Mia og mamma mín, Marna Olsen. Omma mín Mia var eitt konubrot. Hennara lutur lá ongantíð eftir. Hon tók lut í øllum arbeiði, ið vanliga verður roknað fyri mannfólkaarbeiði, hon kruvdi fisk, slaktaði seyð um heystið og var við í hoyna um summarið, samstundis sum hon kundi fáa abba mín, ið var av tí gamla slagnum at støvsuga, vaksa upp og gera mat. Í teirra heimið var ein javnvág, ið mangan hátt var fyrimyndarlig og tað varð aldrin klagað um, hvør gjørdi mannfólkaarbeiði og hvør gjørdi kvinnuligt arbeiði. Hendan kynsliga javnvágin hevur kjølfest seg í hugaheimi mínum, longu tá eg var smágenta. Hin fyrimyndin hjá mær er mamma mín. Hon hevur við sínum elskhuga til bókmentir, teir stóru klassikararnir, leitt meg inn í ein bókmentaligan heim, sum í dag er mítt yrki. Her hevur hon lært meg um lívið og ikki minst, um hvør eg sjálv eri.
Rósa Samuelsen
Tað hava verið tvær kvinnur sum hava havt sera stóran týdning fyri meg. Tað vóru báðar ommurnar: Maria Simonsen úr Vági og Ingibjørg M. Restorff úr Havn. Hin fyrra doyði, tá eg var 17 ára gomul, og var tað í barna- og ungdómsárunum, at hon hevði størsta týdningin fyri meg.
Tær vóru fullkomiliga mótsetningar sum persónar og tó sera líkar á nøkrum økjum. Tað tær høvdu í felag var at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er at taka støði í hvørjum einstøkum menniskja og góðtaka øll sum tey eru. Men týdningarmiklast av øllum skuldi man ikki finna seg í øllum. Tí hóast harða mótstøðu, so gjørdu tær altíð alt tær vóru mentar fyri at berjast fyri tí, ið rætt var.
Í mínum vaksna lívi hevur omma altíð verið har, tá eg havi havt brúk fyri henni. Hon var ein sterk kvinna og hevur altíð stuðlað mær í øllum tí, eg havi gjørt, og við góðum ráðum altíð verið til staðar. Og ikki minst lært at halda okkum frá teimum sum man ikki er tryggur við.
Hetta hevur ávirkað meg nógv ígjøgnum lívið. Og eg meini, at hesi virðir eru eins týdningarmikil at hava í huganum í politiska lívinum, eins og tí dagliga.
Annita á Fríðriksmørk
Nógvar hava tær verið, sum gingu undan. Bæði herheima og uttanlands. Bæði innan og uttan tinggátt.
Um vit halda okkum til løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur so koma mær til hugs fyrimyndarlig nøvn sum Karin Kjølbro, Jóngerð Purkhús, Marita Petersen og Lisbeth L. Petersen. Hóast tað ikki eru so nógv ár síðani, at hesar tóku seg aftur í politikki, so hava tær í síni politisku tíð virka í einum mentunarligum mótburði, sum gav teimum eina politiska mótstøðu, sum gjørdi teirra politisku fet nógv tyngri enn okkara. Eri sannførd um, at hóast javnstøðan millum kvinnur og menn langt frá er rokkin, so eru teirra tøk viðvirkandi til, at vit eru komin so frætt á leið, sum vit eru.
Tak Tjóðveldi sum dømi: á tingi eru vit nú 4 kvinnur og 4 menn, og í landsstýrinum hava vit tvær kvinnur og tveir menn. Ein søgulig javnstøða, sum kann síggjast sum eitt positivt íkast til 8. mars 2008. Ein spíri, sum hevur sína rót í tí arbeiði og tí hugburði, sum vit ervdu frá teimum, sum undan gingu.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Kenni meg so hepna, tí eg havi veruliga nógvar góðar, hollar og praktfullar kvinnur í mínum lívi. Mamma mín, systir mín og ikki at gloyma vinkonur mínar. Tær hava allar serligan týdning fyri meg – hvør á sín hátt og eru mínar fyrimyndir.
Í mun til tingkvinnuyrki og tað at fara aktivt inn í politikk, er mamma (Karin Kjølbro) hon eg havi sparrað og kjakast mest við .... tí hon veit um nøkur, hvat tað vil siga, at vera tingkvinna. Hon hevur á allar hættir verið og er ein góð fyrimynd. Hevur bæði víst mær, at tað ber til, og hinvegin at tað ikki er ‘bara-bara’. Hon fekk meg at hugsa meg væl um, áðrenn eg tók avgerðina, men hevur stuðlað mær, havt álit á mær og sparra nógv við meg. Hon er mín 1. floksmentorur og fyrimynd, vil eg siga.
Eisini hava eg eina so øðiliga góða systir. Umframt at hon kennir meg so sera væl, sigur hon altíð sína hjartans meining á ein konstruktivan hátt. Hon er tann sum sigur:”Skal eg siga tað tú fegnast vilt hoyra ella tað sum eg veruliga meini?” tá eg spyrji hana. Tað dámar mær SO væl, tí eg veit veruliga, hvar eg havi hana. Tað at vera ærligur og kostruktivur sum hon, er so uppbyggjandi, haldi eg.
Katrin Dahl Jakobsen
Nógvar eru í at velja. Alt frá Móður Teresu og hennara arbeiði fyri tey fátøku, kendi alis- og evnafrøðingurin Marie Curie, sum fyri sína slóðbrótandi gransking tvær ferðir fekk heiðursløn Nobels (1903 og 1911) til Gro Harlem Brundtland fyri hennara ótroyttiliga politiska arbeiði fyri Arbejderpartiet, serstakliga tá tað ræður um umhvørvið. Og ikki at gloyma Maritu – okkara fyrsta og higartil einasta kvinnuliga løgmann.
Fremst í huganum stendur tó Andrea Árting, sum saman við øðrum klókum og røskum konum fingu okkum líkaløn fyri líka arbeiði. Eitt megnartak, sum veruliga gjørdi mun, og sum tær einsamallar kláraðu uttan juristarí av nøkrum slag! Tær eru allar farnar, og mamma mín var ein teirra. Nakað høvdu tær fegnast, nú Ingeborg og hennara fólk arbeiða fyri fastlønarskipan fyri tímalønt. Hesar konurnar eg tosi um, vóru so framskygdar, at tær longu síðst í 60unum arbeiddu fyri at fáa barnagarð upp at standa fyri tey á Bacalao og Landssjúkrahúsinum. Kommunan vildi lata stykki í Hornabø, men læknar og annað fínt fólk hildu ikki tað var hóskiligt at lata teirra børn ganga saman við teimum hjá fiskafólkinum!