Tiltøkini verða eisini samskipað á samráð við mentamáladeildina hjá Klaksvíkar býráð, sum eisini er ein vertur til henda stóra dag.
Ætlanin er at fyrireika og samskipa eina stóra skrá, sum greiður frá øllum tiltøkum, har fyritøkur og stovnar kunnu gera seg sjónligar henda dagin, sum eftir ætlan skal gerast bæði hugnaligur og serligur.
Arbeitt verður eisini við einum stórum "Tunnilskóri", sum verður sett saman av vandum sangarum úr Eysturoynni og Norðoyggjum til hetta serstaka høvið.