Íbúðirnar eru teknaðar, og fyrireikingar verða nú gjørdar at grava út og planera byggiøkið Leirvíkar kommuna hevur gjørt av at byggja eldraíbúðir við Giljagarð. Talan er um fimm íbúðir í tveimum støddum, sum hvør er ætlað til eitt ella tvey eldri fólk. Arbeiðið er komið so mikið væl áleiðis, at íbúðirnar eru teknaðar, og fyrireikingar verða nú gjørdar at grava út og planera økið.
Neyðugt er at broyta byggisamtyktina fyri økið, og kærufreistin er 25. september. Ætlanin hjá kommununi er, at sjálvt byggiarbeiðið fara í gongd í 2008.
Tað hevur higartil víst seg at verið stórur áhugi fyri íbúðunum, skrivar kommunan á heimasíðuni.