Fyrireika gassframleiðslu vestan fyri Hetland

Eitt av heimsins størstu gassfeløgum, franska TOTAL fer eftir øllum at døma at byggja út fyrstu gasskeldurnar vestan fyri Hetland til framleiðslu. Felagið hevur júst søkt myndugleikarnar í Hetlandi um loyvi at byggja eina gassverksmiðju nærhendis Sullom Voe oljuterminalinum. Fyrsta gassið kemur til lands í 2014 skrivar Sosialurin

Hetta snýr seg fyrst og fremst um at seta hol á gasskelduna Laggan, sum var funnin fyri nærum 25 árum síðani, men sum til nýliga ikki hevur verið mett lønandi. Tøkniliga menningin, fleiri væleydnaðir avmarkingar- og metingarbrunnar og ikki minst stóri eftirspurningurin eftir gassi saman við høgum gassprísi hava fingið franska gassrisan at fara til tekniborðið og leggja seinastu hond á eina stóra útbyggingarætlan, sum kann koma at kosta upp ímóti 40 milliardum krónum tá avtornar. At felagið fyri fáum árum síðani gjørdi enn eitt gassfund, Tormore og sum liggur ikki so langt frá føroyska markinum, gjørdi samlaðu ætlanina meira lønandi. Haraftrat koma fleiri onnur smærri gassfelt í økinum, sum við tíðini eisini kunnu binda seg í infrakervið, sum Total nú fer at gera.

Gasskeldurnar liggja miskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Higartil er olja tikin upp úr trimum keldum á Atlantsmótinum, Foinaven, Shiehallion og Clair. Enn hevur eingin dittað sær at fara eftir gassinum, sum liggur fjalt í undirgrundini. Nú hevur so Total gjørt av, at endaliga støða skal takast innan 1. apríl næsta ár um at taka gassið upp og flyta tað gjøgnum rørleiðingar til eina nýggja móttøkustøð og gassverksmiðju, sum skal byggjast í Hetlandi, tætt við verandi oljugoymslurnar í Sullom Voe.