Fyrireika listastevnuna

Fyrireikingarnar til listastevnuna eru av álvara farnar í gongd, og nøkur av høvuðsnøvnunum eru funnin. Skotska rokkorkestrið Runrig skal spæla í Havn 3. august, og norski sálmasangarin Sigvart Dagsland er eisini boðin hendavegin. Tað ljóðar eisini, at arbeitt verður við at fáa Carolu úr Svøríki hendavegin

Fyrireikingarnar til Listastevnu Føroya eru av álvara farnar í gongd. Fleiri av høvuðsnøvnunum eru funnin, og eitt tað áhugaverdasta navnið fyri ungdómin er skotska orkestrið Runrig.
Tað fer at spæla 3. august í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hetta er eitt av fyrstu tiltøkunum á stevnuni, sum byrjar við einum braki.
Føroyski bólkurin Týr, sum hevur gjørt nógv um seg seinasta árið, fer at hita upp fyri skotska bólkin.
Runrig er upprunaliga frá Isle of Skye, sum liggur út fyri vesturstrond Skotlands, men hevur nú heimstað í Aberdeen. Bólkurin, sum er sera væl umtóktur í Skotlandi, hevur ein tjóðskaparligan boðskap í sínum tónleiki.
Birgir Kruse, sum samskipar Listastevnuna, sigur, at orsøkin til at Runrig og Týr eru settir saman á eini konsert er, at báðir bólkarnir í sínum tónleiki gera vart við, hvaðani teir eru, og teir nýta staðbundnan traditionellan tónleik í nýmótans rokktónleiki.
Fyrrverandi sangarin í bólkinum hevur roynt seg í politikki. Hann tók seg úr bólkinum og stillaði upp fyri tjóðskaparflokkin. Hann varð eisini valdur á ting í Skotlandi.
Eitt annað kent navn verður eisini við á listastevnuni. Tað er norski sangari Sigvart Dagsland. Hann syngur mest gamlar og kendar sálmar hjá eitt nú Linu Sandell. Hetta eru klassiskir norðurlendskir sálmar og ikki nýmótans gospeltónleikur.
Sigvart Dagsland er úr Stavanger í Noregi, og Birgir Kruse sigur, at fyrireikararnir við vilja hava roynt at fingið samband við Stavanger í Noregi og Aberdeen í Skotlandi. Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina samstarvsavtalu við hesar báðar býirnar innan oljuvinnu.
Tí er tað upplagt eisini at fremja samstarvið á tí mentanarliga økinum.

Carola?
Sagt verður eisini, at fyrireikararnir arbeiða við at fáa svensku sangarinnuna Carolu hendavegin til stevnuna.
Carola syngur mest gospeltónleiki, og ætlanin er, at hon skal syngja saman við United Voices.
Tó er eingin avtala komin uppá pláss við Carolu. Tað kann tí væl vera, at henda ætlanin verður av ongum.
Væntandi fáa fyrireikararnir svar fyrst í mars mánaði. Vónandi verður tað ja.
Annars frætta vit, at Norðurlandahúsið skjótt fer undir sølu av atgongumerkjum til stevnuna, og ætlanin er eisini, at fólk skulu kunna bíleggja um internetið.