Klaksvík: Seinastu tíðina hevur kommunan arbeitt við ymiskum møguleikum fyri at fáa fleiri barnaansingarpláss til vega, og serliga hevur verið miðjað ímóti einum minni stovni undir Grashjalla, sum er nýtt íbúðarøki í Klaksvík.
Men ein stovnur har á staðnum krevur, at byggisamtyktin skal broytast, og tað kann seinka málinum. Tí tók sosiala nevnd hjá Klaksvíkar býráði í síðstu viku ta avgerð, at nýggjur dagstovnur sklal byggjast við Traðagøtu, har eitt økið liggur tøkt til endamálið.
Hin ætlanin undir Grashjalla er tó ikki slept við hesum. Sosiala Nevnd samtykti, at tað skal arbeiðast víðari við at fyrireika økið har, so ein minni stovnur eisini kann byggjast í tí økinum.
Á fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar býráði fyri 2006 er peningur settur av til bygging av nýggjum dastovni, og býráðsumsitingin hevur nú sett ein byggibólk, sum skal fyrireika byggingina.