Í fíggjarlógarætlanini fyri 2012 hjá Tórshavnar kommunu eru settar av fimm milliónir krónur til golfvøll og fimm milliónir til nýggja svimjihøll.
- Tá vit vóru á oyggjaleikunum á Isle of Wight vóru bæði mentamálaráðharrin og løgmaður við, umframt eg sjálvur sum borgarstjóri í Havn, og tá var semja um at arbeiða saman um eitt boð upp at oyggjaleikirnar í 2019, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur, at tað millum annað er út frá hesum, at býráðið hevur sett hesar pengarnar av til ávikavist nýggja svimjihøll og golfvøll.
- Tað eru fyrr settar av fýra milliónir krónur til golfvøll, og tí standa nú smáar níggju milliónir á kontoini, og tað røkkur til áleið níggju hol. Men neyðugt er við 18 hols vølli, og tí mugu vit ganga út frá, at landið heldur sín part av avtaluni og spýtir neyðugu pengarnar í, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at ein av treytunum fyri at kunna skipa fyri oyggjaleikunum er, at ein altjoða golfvøllur er í Føroyum.
Nýggja svimjihøll
Eitt annað neyðugt stig til tess at hýsa oyggjaleikunum, er ein nútímans svimjihylur.
- Tað hevur leingi verið greitt, at Svimjihøllin í Gundadali er ov trong til alt virksemið, sum hon húsar. Tí er neyðugt við nýggjari svimjihøll, ikki bert fyri at hýsa oyggjaleikunum, men so sanniliga eisini tí, at virksemið er so stórt, sigur Heðin Mortensen.
Skitsuprojekt er gjørt, og nýggja svimjihøllin er staðsett við síðuna av gomlu høllini. Og hetta merkir millum annað, at ÍSF-húsið má víkja fyri nýggju svimjihøllini.
- Um nýggja svimjihøllin kann húsa elitusvimjingini og skúlasvimjingini, so letur hetta upp fyri stórum møguleikum í gomlu svimjihøllini. Og við nýggju verkætlanini er eisini møguleiki fyri einum baðilandi, sum kann verða ein nýggj tænasta til okkara borgarar, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at heldur ikki ÍSF-húsið nøktar tann tørv, sum Ítróttasambandið hevur í dag.
- Har er so ein upplagdur møguleiki at byggja nýtt ÍSF-hús millum HB-húsið og B36-húsið, ella at byggja ÍSF-hús fram við Tórsvølli, sigur Heðin Mortensen.
Hvussu so verður við spurninginum um, hvør skal rinda fyri eitt nýtt ÍSF-hús, er verri at siga. Tórshavnar býráð øtlar sær so at gera sítt til, at oyggjaleikirnir 2019 verður hildnir í Føroyum.