Fyrireika rimmar konsert við Marius og Føroya Symfoniorkestri

– Tá man fær møguleikan at spæla sínar egnu sangir við einum symfoniorkestri aftanfyri, so er tað jú fantastiskt

Ímynda tær »Nærveran«, »Going Home« og »Silvurlín« hjá Marius Ziska við fullum symfoniorkestri aftanfyri? Um eitt gott ár er ikki longur neyðugt bara at ímynda sær tað, tí tá fara Føroya Symfoniorkestur saman við Marius Ziska og bólki á pall – saman.

 

Tað var Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum herfyri setti seg í samband við Marius Ziska fyri at hoyra, um bólkurin hevði verið áhugaður í at spælt saman við Føroya Symfoniorkestri. Hetta kundu Marius og teir ikki siga nei til.

 

– Tað er jú ein dreymur hjá okkkum, sum gongur út upp á nógvar mátar. Tá man fær møguleikan at spæla sínar egnu sangir við einum symfoniorkestri aftanfyri, so er tað jú fantastiskt. Eg havi sæð aðrar líknandi verkætlanir, og tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu sangirnir útfolda seg við einum so stórum orkestri aftanfyri, sigur Hans Marius Ziska í samrøðu við Sosialin.

 

Tað eru ikki bara Marius og bólkur hansara, sum gleða seg til serligu konsertina. Í Symfoniorkestrinum vænta tey sær eisini nógv av samstarvinum.

 

– Hetta er nakað, vit eru øgiliga spent til. Eg havi altíð hildið, at tónleikurin hjá Marius hóskar seg øgiliga væl til, at man kundi gjørt eitt symfoni-projekt, tí har er so gott pláss í hansara tónleiki. Eg ivist ikki í, at bæði symfoniorkestrið og sangirnir hjá Marius fara at koma til sín rætt við hesum, sigur Hans Petur á Brekkunum, stjóri.

 

Men tey, ið vilja uppliva hetta, mugu bíða nakað enn, tí konsertirnar vera ikki fyrr enn í februar 2023. Tað tekur nevniliga leingi at fyrireika eina slíka verkætlan. Men nú er tað arbeiðið so farið í gongd.