Fyrireika seg til Italia og Ongland

HB og KÍ eiga flestu spælararnar á u?17 landsliðnum, sum fer til Týskalands í komandi viku

Tann síðsta mánaðin hava europeisku fótbóltsstjørnurnar kappast um EM, og tær hava verið at sæð á sjónvarpsskugganum. Í oktober skal føroyska u? 18 landsliðið taka lut í EM undankapping. Tann kappingin verður í Italia, og mótstøðuliðini hjá føroyska liðnum vera komandi landsliðsstjørnurnar hjá Italia og Onglandi, umframt at pinkutjóðin Andorra eisini verður á skránni.

At spæla móti sovornum tjóðum er ikki sum at siga tað hjá Føroyum. Tað vita teir væl í FSF, og tí verður ikki so lítið lagt í at fyrireika føroysku unglingarnar so væl, sum tað ber til. Føroyska liðið og venjarin, Jógvan Martin Olsen, hava vant heima á landi, og í komandi viku skal liðið taka lut í einari kapping í Týskalandi. Talan er um altjóða kapping í sambandi við at týska fótbóltssambandið í ár hátíðarheldur eitt hundrað ára stovningardagin.

Tíverri fyri Jógvan Martin Olsen og hansara menn, so ber ikki til at fara við øllum spælarunum til Týskalands, sum ætlanin er at brúka í heyst. Aldursmarkið í Týskalandi er soleiðis, at talan er um eitt u?17 landslið. Í heyst er ætlanin at brúka umleið sama liðið, sum fyri tveimum árum síðani spældi í NM kappingini fyri u?16 landslið í Gundadali. Tá tað ikki ber til at fáa teir við, sum eru føddir í 1982, hevur venjarin í staðin valt ? umframt 1983 árgangin ? at taka nakrar frá 1984 árganginum við til Týskalands.

Teir sekstan spælararnir, sum eru úttiknir, eru Pól Næs Joensen úr B36 og Gutti Harryson úr HB, sum eru málverjar. Útileikararnir eru Kristian á Lakjuni, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Símun Joensen úr KÌ, Vagnur Mohr Mortensen, Bárður Christiansen, Bjarni Jørgensen og Jón Rói Jacobsen úr HB, Jann Ingi Petersen úr B68, Elfinn Ørvarodd úr FS Vágum, Fróði Jóanesarson og Áki L. Hansen úr NSÍ, Hanus Eliasen úr ÍF og Gilli Haraldsen úr Frederikshavn.

Tað sæst, at HB og KÍ eiga tilsaman níggju av teimum sekstan spælarunum. Og tað er eisini merkisvert, at fleiri av spælarunum longu eru at síggja í 1. deild. Jón Rói og Vagnur hava verið á besta HB liðnum, Kristian, Hjalgrím og Símun hava verið á liðnum hjá KÍ, og Jann Ingi hevur, hóast hann framvegis hevur aldur at spæla í dreingjadeildini, verið á besta liðnum hjá B68.

Millum tey nøvnini, sum ivaleyst verða á u?18 listanum í heyst, men sum eru ov gamlir at taka lut í kappingini í Týskalandi, kunnu nevnast málverjin Karstin Joensen og Rógvi Laksáfoss úr KÍ, Brynjolvur Nielsen og Bergur Djurhuus úr NSÍ, Niels Joensen og Ragnar Poulsen úr B36, Jack Johansen úr FS Vágum og Atli Gregersen av Bornholm.

? Eg havi mett, at u?18 árgangurin er sera spennandi. Tá tað ikki ber til at brúka eldra partin av honum í kappingini í Týskalandi, so havi eg valt at taka nakrar úr einum yngri árgangi við, sigur Jógvan Martin Olsen. Føroyska ferðalagið fer av landinum komandi mánadag, og teir vera aftur í Føroyum 8. juli.

Tað er ikki heilt greitt enn, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku unglingunum vera. Talan er ikki um kapping millum landslið, og tí er navnið á føroyska liðnum Atlantic. Í FSF hava tey fingið boð um, at mótstøðuliðini koma úr Turkalandi, Skotlandi og Týskalandi. Tveir dystir vera á skránni hvønn dag, og tað verður spælt tvær ferðir ein hálvan tíma. Tvey lið fara víðari úr hvørjum bólkinum, og í endaspælinum verður talan um cup kapping.