Fyrireika yvirtøkur - fakta skal á borðið

Tá vit skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, byggir avgerðin á fakta, skipaðar yvirtøkur og niðurlaðing av blokkinum. At endaliga avgerðin verður tikin á fólkaatkvøðu. Fyrsta stigið er at fáa fakta á borðið.

 

Føroysku fólkatingssessirnir kunnu brúkast til at gera kanningar og greiningar av størri og minni týdningi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað hava vit sæð fleiri dømi um seinastu árini.

 

Velja tit meg á Fólkating, skal øll orka leggjast í at fáa fakta á borðið og at fyrireika yvirtøkurnar av írestandi felagsmálum millum Føroyar og Danmark.

 

Hvørjar inntøkur liggja í at yvirtaka loftrúmið? Hvørjar útreiðslur og avbjóðingar fylgja við yvirtøkuni av løgreglu og dómsvaldi? Hvussu er samlaði pengastreymurin millum Føroyar og Danmark, alment, privat og vinnuliga?

 

Fólkatingslimir kunnu seta donsku stjórnarráðunum spurningar um stórt sæð alt og krevja svar. Vit skulu fáa fakta á borðið um alt tað, sum enn er millum Føroyar og Danmark og fyri føroyingar í Danmark.

 

 

 

Fyrireika yvirtøkur av loftrúmi, løgreglu og dómsvaldi

 

Ongar yvirtøkur verða framdar á Fólkatingi, men hetta fyrireikandi arbeiðið kann gerast ein týðandi liður, tá loftrúm, løgregla og dómsvald skulu yvirtakast.

 

Tað krevur, at vit blíva við at spyrja, biðja um upplýsingar, tøl og at gera kanningar.

 

Eg havi í tvey ár starvast á Christiansborg og kenni tí maskinaríið á Borgini og hvat tað kann brúkast til. Tjóðskaparsinnað umboð hava eina skyldu til at brúka allar pallar og allar ressursir til at koma nærri okkara aðalmáli – at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.

 

Tað ringasta sum kann henda, er eitt fólkatingsumboð sum ikki vil spyrja, ikki vil leita, ikki vil vita, men bert vil sita og taka móti gávugóðsi frá donsku stjórnini.

 

 

 

Til gagn ella gávur

 

Vit kunnu so satt velja. Vilja vit nýta Fólkatingssessin til gagn fyri at skipa Føroyar sjálvstøðugar. Ella vilja vit nýta sessin til at taka móti peningaligum gávum og stuðli til lokalar verkætlanir, afturfyri treytaleyst at stuðla donsku stjórnini og legitimera teirra vald yvir Føroyum.

 

Eg veit, hvat eg velji.

 

Eg vil arbeiða ótroyttiliga fyri verja okkara áhugamál í øllum felagsmálum, og fyri at fáa fakta á borðið um øll viðurskifti millum londini.

 

Tað er eitt stórt og týðandi stig á leiðini, óansæð hvussu fakta sær út.

 

Rógvi Nybo

 

Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi