Loksins bar til at halda Bach i Kertuljosi seinasta hóskvøld. Ein fullsett Ólavskirkja og eitt sera vælspælandi Bach-orkestur undir leiðslu av Ólavi Jakobsen gjørdi kvøldið – við kertuljosum – sera hugnaligt, sigur Johan Mortensen, ein av stigtakarunum til tiltakið.
– Tá konsetin endaði varð ukrainski tjóðsangurin spældur, og Ólavur Jakobsen segði nøkur góð orð, hetta var sera kensluligt, sigur hann.
Aftan á tiltakið var móttøka í Roykstovuni, har Føroya Bjor sum vant var vertur.
Føroya Kirkja, Hiddenfjord og Tórshavnar Býráð stuðlaðu konsetini, sigur Johan Mortensen.