Fótbóltur
- Tað kennist sjálvandi væl, men eg vil avgjørt geva ein part av hesum heiðrinum til hjálpardómararnar hjá mær. Tí einsamallur gerst tú ikki nakað sum dómari.
Soleiðis seg Eiler Rasmussen, tá hann júst hevð tikið ímóti heiðurslønini fyri dómaraavrik sítt í 2008.
Sum dómari fáa tit mangar ákoyringar á tykkum frá bæði áskoðarum og spælarum. Er tað eitt stórt herðaklapp, tá tú so sleppur at enda árið á henda hátt?
- Tað er tað sjálvandi. Vit fáa jú okkara ting at vita hvørt vikuskifið, so hetta er sjálvandi ein stuttligur endi. Men hinvegin, so skulu vit eisini tola eitt sindur av hvørjum, uttan at vit kortini skulu taka okkum alt ov nógv av tí, sigur Eiler Rasmussen.
Spurdur, um nakað serligt loyndarmál liggur handan ein slíkan heiður, sigur Eiler, at tað heldur hann ikki.
- Mann ger sjálvandi sítt besta. Vit eru øll menniskju, sum eisini gera mistøk á vøllinum, so tað ræður um at fyrireika seg sum best. Kropsliga mást tú vera væl fyri, og sinniliga mást tú vera væl fyrireikaður. Tað havi eg roynt at arbeitt við í ár, og hesin heiðurin er eitt stórt herðaklapp í so máta, sigur Eiler Rasmussen.