Rógvi Nybo
Komandi vika kann fáa avgerandi týdning fyri framtíðar viðurskifti Føroya við Evropasamveldið. Í seinasta lagi mikudagin fæst svar, um ES ger álvara av hóttanunum við handilsátøkum móti Føroyum, sum revsing fyri at vit hava ásett okkara egnu kvotu á 17 prosent av samlaðu tilráddu kvotuni til Norðhavssildina.
Nógv verður tutlað í krókunum í høvuðsborgini hjá Samveldinum í Brússel. Um handilsátøk og ymisk dato. Sumt fellur eisini føroysku fyrisitingini fyri oyra. Og í farnu viku er okkurt komið fram, sum bendir á, at álvari verður gjørdur av handilsátøkunum fyrsta dagin. Hvøkkur er lopin á Landsstýrið. Løgmansskrivstovan, sum eisini umsitur uttanríkisviðurskifti Føroya, og Fiskimálaráðið hava í skundi og trúnaði fundast við bæði Uttanlandsnevnd og Fíggjarnevnd Løgtingsins. Eitt fíggjarnevndarskjal – sum er ein umbøn um eykajáttan uttanum Løgtingið – er borið í Fíggjarnevndina. Einki fæst at vita um innihaldið í skjalinum, hvat pengarnir skulu nýtast til ella hvussu stóra upphædd talan er um. Múlaband er lagt á øll, ið hava bert tað minsta at gera við málið. Tað einasta, ið fæst at vita er, at talan er um fyrireikingar til eitt møguligt stríð við ES um Norðhavssildina.
Best at vit einki vita
Mikumorgunin viðgjørdi Fíggjarnevnd Løgtingsins fíggjarnevndarskjalið frá Løgmansskrivstovuni, har biðið verður um eitt ókent tal av milliónum – onkrastaðni millum fimm og sjey milliónir – til at loysa eina ókenda uppgávu. Eftir fundin søgdu bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, virkandi forkvinna í Fíggjarnevndini, at avrátt er, at málið verður í trúnaði.
- Tað er altíð ein meting, í hesum førinum hjá Løgmansskrivstovuni, um eitt mál skal verða í trúnaði ella ikki. Og hetta er so eitt av teimum málunum, har mann metir, at tað gagnar øllum føroyingum og føroysku tjóðini, at málið er í trúnaði og at upplýsingar ikki koma út fyrr enn seinni, segði Kristina Háfoss eftir fundin.
Heldur ikki Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vildi siga tað stóra, tá hann kom úr Fíggjarnevndini, har hann, saman við Bjørn Kunoy, løgfrøðiligum rágeva í Uttanríkistænastuni, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, hevði greitt frá umbønini um eykajáttan.
- Eg fái ikki havt nakra viðmerking, annað enn at hetta ere nakrar fyrireikingar, sum eru í gongd, og sum vit hava havt í gongd í nakrar mánaðir. Annað fái eg ikki sagt um málið, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Sambært løgmanni er hetta »bert ein liður í teimum strategium, vit hava lagt í mun til eitt eventuelt boykott ella ikki« og hava vit bæði eina plan A, plan B og plan C.
Løgmaður, Uttanlandsnevndin og Fíggjarnevndin eru altso samd um, at best fyri Føroya fólk er, at vit einki vita um, hvat pengarnir skulu brúkast til.
Fyrireika seg til Havrættardómstólin
Okkurt álvarsligt mann tó verða áfatt, nú Løgmansskrivstovan í skundi og trúnaði biður Fíggjarnevnd Løgtingsins um eina eykajáttan upp á nakrar milliónir uttanum Løgtingið – sum annars kundi viðgjørt eina eykajáttanarlóg tá tað kemur saman aftur beint eftir Ólavsøku. Fíggjarnevndin hevur annars verið rættiliga afturhaldandi við at góðkenna fíggjarnevndarskjøl, ið játta pengar uttan at Løgtingið sleppur at viðgerða umbønina. Men ein samd Fíggjarnevnd játtaði Løgmansskrivstovuni pengarnar.
Fyrr í vikuni skrivaði Sosialurin um samskiftið millum Mariu Damanaki, ES-kommiser í fiskivinnumálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og hvussu samskiftið í roynd og veru er glantrileikur, meðan ein nógv álvarsligari politiskur leikur fer fram handan leiktjaldið. Og tá Løgmansskrivstovan nú biður um eina milliónaupphædd til at fyrireika seg til eitt møguligt boykott frá ES, kundi tað sæð út til, at Løgmansskrivstovan hevur tikið ræðið av Fiskimálaráðnum.
Men so er ikki, sambært fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard.
- Hetta er ein samskipað tilgongd millum Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Fiskimálaráðið tekur sær av øllum samskifti við ES-kommiserin, samráðingar og slíkt, meðan Løgmansskrivstovan tekur sær av handilsmálum og samskifti við aðrar stovnar, sigur Jacob Vestergaard, lansstýrismaður í Fiskivinnumálum.
Tá tað er Løgmansskrivstovan, sum hevur biðið um eykajáttan, og hon tekur sær av samskifti við aðrar stovnar enn ES-kommisiónina, so gangi eg út frá at tað er Altjóða Havrættardómstólin, tit vilja venda tykkum til?
- Ja, tað er tað millum annað, sigur Jacob Vestergaard.
Okkurt í umbúna í Brússel
Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum vita vit, at okkurt er í umbúna niðri í Brússel.
- Longu tá Maria Damanaki hevði fund við evropeiska fiskaídnaðin tann 26. maj, vistu vit at ein tilgongd er sett í gongd fyri at fáa ásett handilsátøk mótvegis Føroyum. Og nú halda vit okkum vita, at okkurt konkret er í umbúna, og tað er hetta, vit nú fyrireika okkum uppá, sigur Jacob Vestergaard.
Síðst í mánaðinum, tann 31. Juli verður ein avgerandi fundur í Brússel, har avgerð kann verða tikin, hvørt handilsátøk skulu setast í verk móti Føroyum og hvørji hesi verða. Og tað er ein reellur møguleiki fyri, at handilsátøkini móti Føroyum verða á dagsskránni tann 31. Juli. Og verða tey tað, kunnu ES havnir verða stongdar fyri føroyskum skipum innan heilt stutta tíð.
- Enn er tað bara gitingar, men vit halda okkum vita, at okkurt nú er í umbúna. Men partarnir skulu hava daggskránna í hendi 14 dagar áðrenn fundin, so um longu hálvan juli (í síðsta lagi mikudagin, red) vænta vit at verða klókari upp á, hvat tey vilja, sigur Jacob Vestergaard.
Er tað so hetta, landsstýrið er við at fyrireika seg til?
- Ja, hetta er ein liður í teimum fyrireikingum. Vit skulu verða klár at handla, til tað hava vit brúk fyri fremstu ráðgeving í altjóða rætti, og tá tú skal hava fremstu ráðgeving, kostar tað pengar, staðfestir Jacob Vestergaard.
Er hetta so meira ein heilgardering enn at okkurt álvarsligt er hent í seinastuni?
- Ja, hetta er ein heilgardering upp á allar eventualitetir. Vit hava fyrr luftað møguleikan fyri seming, um samráðingarnar ikki bera á mál. Og nú royna vit at hyggja eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru fyri at steðga handilsátøkunum frá ES, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað er alt í alt rættiliga nógv, ið bendir á, at landsstýrið nú hevur biðið um eina ókenda milliónaupphædd til at fyrireika at leggja ósemjuna inn fyri Altjóða Havrættardómstólin hjá Sameindu Tjóðum, og har fáa steðgað handilsátøkunum frá ES.
Komandi vika kann fáa avgerandi týdning fyri framtíðar viðurskifti Føroya við Evropasamveldið, og í seinasta lagi mikudagin fæst svar, um ES ger álvara av sínum hóttanunum mótvegis Føroyum.
[email protected]