Pallurin er komin upp at standa, tjøldini eru sett upp og nú eru menn í ferð við at seta útgerðina upp á pláss. Ljóðmenninir draga sínar kaðalar og elektrikararnir royna at tryggjað, at nokk streymur verður til tiltakið
Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at fyrireikingarnar ganga væl. Vit eru har, vit skulu vera, sigur hann.
- Atgongumerkjasølan er á leið tað sama sum í fjør, so eg vænti at seinni í kvøld verður útselt, sigur Rúni Djurhuus.
Ein vandi, við at hava útlendingar at spæla á føroyskum tiltøkum er, at floglíkindini kanska ikki eru til vildar á degnum. Onkur loysa trupulleikan við at fáa tónleikararnar higar dagin fyri, í tí vón, at mjørkin ikki liggur longri. Hetta hava fyriskipararnir av Voxbotn ikki gjørt.
- Tey koma øll í morgin. Veðrið er gott, so vónirnar at fáa útlendsku tónleikararnar til Føroya eru avbera góðar, heldur hann.
Sambært Petur Skeel, veðurfrøðingur á Rás 2, verður tað turt í morgin, lítil vindur og eini 10 stig, so umstøðurnar fyri einum góðum tiltaki skuldu verið tilstaðar.