Aðaltátturin í einum demokratiskum rættarsamfelag er ein vælvirkandi og álítandi fyrisiting. Setningurin hjá fyrisitingini í einum demokratiskum samfelagið er, at fremja í verki tær lógir, sum lóggávuvaldið, sum hjá okkum er Løgtingið, samtykkir. Fyrisitingin er ikki fólkavald, og hevur tískil ongan demokratiskan myndugleika til at virka øðrvísi enn Løgtingið fyriskrivar. Løgtingið er fólksins umboð, og tískil eigur Løgtingið, um Føroyar skulu kunna kallast eitt demokrati, at vera ovasti myndugleiki í samfelagnum; omanfyri Landsstýrið og omanfyri fyrisitingina annars.
Eftirlit
Tað er vælkent úr øðrum samfeløgum, at fyrisitingin roynir at tiltuska sær myndugleika, sum hon ikki eigur. Nógv samfeløg hava tí, ásannandi at fyrisitingin er veldug í mun til einstaka borgaran, innsett ein umboðsmann. Umboðsmaðurin tekur kærur frá borgarum til viðgerðar, og ger niðurstøðu í tí einstaka málinum. Umboðsmaðurin er valdur av lóggávuvaldinum til tess at hava eftirlit við fyrisitingini, og at hetta eftirlit er neyðugt, tað vitnar eitt nú tann tjúkka árliga frágreiðingin frá Fólkatingsins umboðsmanni um.
Hvar er Løgtingsins umboðsmaður?
Í Føroyum er eingin umboðsmaður settur, hóast peningur hevur verið settur av til hansara á Løgtingsins fíggjarlóg, nú í fleiri ár. Hetta er ikki bert stórt spell, men er ein veikleiki, sum væl kann undirgrava demokratii. Um so var, at ein Løgtingsins umboðsmaður var settur, so hevði hendan greinin ikki verið skrivað. So hevði málið um tað fyrisitingarliga óskilið, sum eg havi upplivað, verið enda sum ein kæra hjá Løgtingsins umboðsmanni. Men eingin sovorðin finst, og tískil síggi eg, sum einasta útveg, at fara í bløðini við ringu royndum mínum av føroysku fyrisitingini.
Tríggjar royndir
Í sambandi við lestur mín á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn sendi eg fyrr í ár Landsstýrinum, Arbeiðsloysisskipanini og Telefonverkinum umbønir um innlit í ávís mál, soleiðis sum eg havi rætt til at fáa sambært Lógtingslóg nr.133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina. Upplýsingarnar skuldi eg nyta í sambandi við høvuðsuppgávu mína.
Fulltrúaløn í 3 mán-aðar fyri 4 ljósrit
28. februar 1998 sendi eg bræv til Føroya Landsstýri við umbøn um innlit í ávíst mál, sum Landsstýri hevði avgreitt innanfyri seinasta árið. Sambært bæði fyrisitingarlógini og lógini um innlit skal fyrisitingin svara mær í seinasta 10 dagar eftir at eitt skriv, sum krevur svar, er móttikið.
18. mars hevði eg framvegis einki hoyrt, og skrivaði tí aftur til Landsstýrið, har eg endurtók umbøn mína, samstundis sum eg vísti á 10 daga freistina, sum ikki var yvirhildin.
24. mars hevði eg framvegis einki frætt, og eg ringdi tí til Landsstýrið, til tess at fáa greiði á, um brøv míni vóru komin fram, og hví eg ikki fekk svara. Eg fekk at vita, at málið lá hjá einum fulltrúa (HN). Skrivarin, sum eg tosaði við, lovaði at bera HN boðini frá mær, at eg vildi hava svar.
7. apríl hevði eg hvørki hoyrt orð ella eið og eg ringdi aftur til Landsstýrið og fekk nú fatur á HN sjálvum. HN váttaði at hann hevði fingið boðini frá mær, og hann umbar seg við at málið var blivið »feilarkivera«, men júst nú var komið aftur fyri ein dag, og lá á borðinum hjá sær. HN lovaði at viðgera málið beinanvegin.
28. apríl kom, og eg hevði framvegis einki hoyrt. Eg ringdi enn einaferð til Landsstýrið, og fekk at vita at HN var burturstaddur fyri dagin. Eg legði aftur eini boð, ið skrivarin sum tók ímóti lovað at bera HN.
8. mei, ella meira enn tveir mánaðar eftir at eg sendi umbøn mína til Landsstýrið, fekk eg svar dagfest 30. apríl og undirskriva av HN. Í brævinum, sum er svar uppá seinna bræv mítt frá 18. mars, fái eg bert partvíst játta umbøn míni. Tá so er, fyriskrivar fyrisitingarlógin, at avgerðin skal hava grundgeving (§23). Eingin slík grundgeving er at finna í skrivinum frá Landsstýrinum. Eisini fyriskrivar fyrisitingarlógin at avgerðir skulu innihalda kæruvegleiðing (§24). Eingin kæruvegleiðing fylgdi við brævinum úr Landsstýrinum.
Samanumtikið noyðist eg at taka til eftirtektar, at einki er sum bendir á, at umbøn mín um málsinnlit hevur verið viðgjørd í orðsins løgfrøðiliga týdningi. Eg havi fingið blakað nøkur skjøl, men eingin frágreiðing er um, hví eg, við støði í galdandi lóg, ikki kann fáa innlit í onnur skjøl í málinum.
Tað undrar meg, hvussu tað kann taka einum løgfrøðingi í fulltrúastarvi í Landsstýrinum, næstan tríggjar mánaðar at finna útav, at taka tey 4 ljósritini, sum eg loksins fekk sendandi. Her áttu at verið pengar at spart!
Er Arbeiðsloysisskipanin privat?
28. februar 1998 sendi eg bræv til Arbeiðsloysisskipanina við umbøn um innlit í ávíst mál, sum stýrið fyri ALS hevði avgreitt fyrr í ár. Eg fekk beinanvegin svar undirskrivað av stjóranum og fyrisitingarleiðaranum. Í brævinum, sum var dagfest 4. mars, varð boðað frá, at ALS ikki kundi ganga umbøn míni á møti, við teirri grundgeving, at ALS ikki er partur av »almennu fyrisitingini undir heimastýrinum«.
6. mars mótmælti eg í skrivið til ALS avgerðini, sum stovnurin hevði tikið. Eg vísti á, at ALS bæði er stovnsett og verður rikin sambært løgtingslóg, og tískil má vera partur av fyrisitingini. Harafturat vísti eg á, at ALS hevur fyrisitingarligar heimildir, so sum at inndraga skuld við panting og at gera kunngerðir. Síðst, men ikki minst, hevur ALS rætt til innlit í skráir hjá øðrum fyrisitingarmyndugleikum - ein rættur, sum sambært fyrisitingarlógini einans kann latast fyrisitingarmyndugleikum. At enda bað eg um, at umbøn mín var løgd fyri stýrið til viðgerðar.
18. mars hevði eg einki frætt frá ALS, og eg kærdi tí málið til Landsstýrið. Eg havi einki frætt frá Landsstýrinum síðani.
21. mars fekk eg svar frá ALS uppá mótmæli mítt. Grundgevingar mínar verða als ikki viðgjørdar í svarinum, men boðini frá stjóra og fyrisitingarleiðara eru tey somu: ALS er ikki partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum. Í brævinum mæla teir báðir til, at eg, um eg framvegis eri ósamdur við avgerðini, fari í rættin við málinum. Eg hevði í fyrsta umfari hvørki hug ella orku til at fara undir eina rættarsókn ímóti ALS. Harafturat hevði eg kært málið til Landsstýrið, og eg bíði framvegis eftir eini avgerð haðani. Eg hevði tó ikki hug at geva upp, og av tí at mær tørvaði upplýsingar til uppgávu mína, valdi eg at skriva til stýrisformannin fyri ALS.
24. mars sendi eg so bræv til stýrisformannin, har eg greiddi frá gongdini higartil í málinum, og bað stýrið um at veita mær innlit, soleiðis sum eg hevði biðið um. Stýrið fyri ALS er, sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, útnevnt av landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, og má sostatt roknast, sum ein sjálvsagdur partur av fyrisitingini.
15. apríl fekk eg sendandi eitt hondskriva kort frá stýrisformanninum fyri ALS, har hon váttar, at hon hevur fingið brævið frá mær, og hon sigur víðari, at støða verður tikin til umbøn mína á stýrisfundi 5. mei. Eg havi einki svar fingið enn.
Telefonverkið
svarar ikki
23. mars sendi eg umbøn til Telefonverkið um innlit í ávís skjøl, sum Telefonverkið hevur í varðveitslu. Eg stílaði brævið til ein fulltrúa (PHP), sum eg ígjøgnum telefon hevði fingið upplýst var tann, sum hevði við málið at gera. Eg havi einki frætt frá Telefonverkinum enn.
Skal sleppa
at standa til?
Tær royndir, sum eg havi gjørt mær viðvíkjandi fyrisitingini, haldi eg vera so absurdar, at tað hevur avgjørdan týdning at føroyingar fáa kunnleika um viðurskiftini.
Eftir stendur so spurningurin, hvussu leingi Føroya Løgting ætlar sær at liva við, at almenna fyrisitingin letur hánt um lóggávu Tingsins. Í seinasta enda er spurningurin tó, hvussu leingi Føroya fólk vil liva við, at Løgtingið letur sær óskilið lynda.
Keypmannahavn, 16.05.98
Jóanes N. Dalsgaard