Fyriskipararnir væl nøgdir við Dansibandsfestivalin

– Ikki minst eru okur takksom fyri hjálpina frá stóru fjøldini

Dansibandsfestivalurin 2021 gjørdist tann størsti og nógv tann besti nakrantíð.

 

Tað siga fyriskipararnir nú, ársins festivalur er farin framvið.

 

– Smílandi andlit í stórt hundrað-tali frá fyrstu løtu til festivalurin endaði siga nógv - og eru okur takksom fyri stóra stuðulin, verður sagt.

 

– Ikki minst eru okur takksom fyri hjálpina frá stóru fjøldini, sum hjálpti til í døgunum áðrenn festivalin, meðan festivalurin var og í døgunum eftir festivalin.

 

Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági í døgunum 6. og 7. mai komandi ár, og í næstum verður meiri at frætta um bæði orkestur, billettsølu, sølu av kampingplássum og annað.