Fyriskiparin er sera væl nøgdur

- Vit eru sera væl nøgd við, at verkfallið ikki hevur ávirkað talið av vitjandi stórvegis, sigur Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair.

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2026.

 

Tað skrivaðu Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, undir sáttmála um seinnapartin í dag.

 

Áki í Skemmuni sigur, at hann er sera væl nøgdur við vørumessuna í ár, sum enn einaferð hevur verið hildin í Klaksvík.

 

Hann vísir á, at hóast avbjóðingar við verkfallinum, hevur messan eisini hesaferð gingið avbera væl.

 

- Vit eru eisini sera væl nøgd við, at verkfallið ikki hevur ávirkað talið av vitjandi stórvegis.

 

Stjórin í Atlantic Fair sigur, at fólk hava ikki sett seg aftur, og messan hevur aftur í ár verið sera væl vitjað.