Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Kristina Háfoss
----

Fyrispurningur um Gjald­stovuráðið, Samhaldsfasta og manglandi óheftni, settur Jørgen Niclasen, lands­stýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, meðan hann hevur verið lands­stýr­ismaður, nýtt for­mann­­in í Gjald­stovu­ráð­num og formannin fyri Sam­halds­fasta, at arb­eiða fyri seg í persónligum mál­­um?
2. Um so er, metir lands­stýrismaðurin í fíggjar­mál­um, at hetta ger for­­­mannin gegnigan at vera umboð í Gjald­stovu­ráð­num, ið skal virka óheft av lands­stýris­mann­in­um?
3. Røkir formaðurin í Gjald­stovu­ráðnum og Sam­halds­fasta eftir­lønar­grunn­inum (AMEG) onnur vinnu­lig áhugamál? Um so er, hvørji? Og er hetta í sam­svari við § 2, stk. 4 í lóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting?
4. Grannskoðarafelagið metti ikki nakran av limum sínum vera gegnigar at vera í Gjaldstovuráðnum, hvørja støðu hevði Advo­katfelagið?
5. Var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vitandi um, at ítøkiligar ætlanir og samráðingar vóru um at seta part av ognini hjá Samhaldsfasta eftir­lønar­grunninumm í privatu CIP tunnilsætlanina?
6. Er tað rætt, at lands­stýris­mað­u­rin í fíggjarmálum í sam­bandi við, at CIP skuldi standa fyri at gera Skála­fjarðar­tunn­il­in, hevur verið fyri at broyta kunngerð fyri Sam­halds­fasta eftir­lønar­grunnin, so tað gerst møguligt at gera íløgur í eitt nú undir­sjóvartunlar?
7. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at broyta lógarheimildir hjá Samhaldsfasta eftir­lønargrunninum og/ella lógarheimildina fyri um­siting av landsins gjald­føri?

Viðmerkingar
Landsins gjaldføri og eftir­lønaruppsparingin hjá Sam­haldsfasta eftirlønar­grunn­inum (AMEG) skulu støðugt vera umsitin við tí endamáli at tryggja so gott og trygt gjaldføri og eftirlønargrundarlag sum møguligt. Tað má ongan­tíð vera ivi um, at gjald­føri landsins og ognin hjá Samhaldsfasta eftir­lønar­grunninum (AMEG) verða umsitin óheft av øðrum vinnu­ligum, persónligum ella politisk­um málum.
Tí var tað ómetaliga gott, at óhefti stovnurin, Lands­banki Føroya, umsat bæði gjald­føri, skuld og ogn hjá Samhaldsfasta. Men sam­gongan avtók Landsbanka Føroya í fjør. Harvið avtók samgongan einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovnin í Føroyum, ið kundi ráðgeva almenningi, vinnulívi, fjøl­­miðl­um, Løgtingi og Lands­­stýri. Før­oyar hava nú heldur ongan stovn, ið alt árið fremur óheft tjóðar­búskapar­ligt eftirlit.
Við avtøkuni av Lands­bankanum varð óhefta um-sitingin av gjaldføri (oman fyri 2 mia. kr.) og skuld land­sins, og av Samhaldsfasta eftir­­lønargrunninum (um 1 mia. kr.), eisini av­tikin. Tí landsstýrið valdi at flyta gjaldføris- og skuld­ar­­um­sitingina og um­sitingina av Samhalds­fasta frá ein­um løgfrøðiliga óheftum stovni við nevnd og um­sjónarráði, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum valdu meirilutan av um­sjóna­rráði og nevndini, til ein stovn beint undir lands­stýris­mann­inum.
Ávarað varð um avleið­ingarnar, tá Landsbankin varð avtikin. Hóast bert fáir mánaðir eru farnir síðan avtøkuna, eru tíverri longu komin fleiri ábendingar um, at bæði gjaldføri og skuld landsins og Samhaldsfasti ikki verða umsitin óheft av landsstýrismanninum.
Samstundis hava ítøkiligar ætlanir longu verið frammi um at broyta lógarásetingar fyri at nýta part av ogn­ini hjá Samhaldsfasta eftir­lønargrunninum at seta í privata undirsjóvartunnilin hjá CIP. Hartil frættist, at ætlanir eru um at broyta lógargrundarlagið fyri Sam­haldsfasta eftirlønar­grunnin í næstum.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggj­ar­málum.