Henrik Old, løgtingsmaður
----
1. Hvørji stig tekur Løgmaður, nú Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum við at útskriva nýggj fiskiloyvir til tey skip, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska?
2. Hvørji stig tekur Løgmaður, so at eigarar og manning á teimum skipum, sum fyrr hava mist fiskiloyvið í ávísa tíð, kunnu føla at ein ávís rættartrygd ræður í samfelagnum?
3. Hvørji stig tekur Løgmaður, so at tað endaliga verður ruddað upp í Fiskimálaráðnum?
Viðmerkingar:
Øll vinnan, umframt flest onnur í samfelagnum, stendur spyrjandi, nú tað ber til, at skip, sum hava mist fiskiloyvið, halda fram við at fiska við tí grundgeving, at skipið hevur skift eigara. Ber slíkt til, so er grundarlagið tikið undan tí uppgávu, sum Fiskiveiðueftirlitinum hevur.
Tí verða hesir spurningar settir Løgmanni sum ovasta ábyrgdari av almennu fyrisitingini.