21 fyritøkur eru nú undangóðkendar til skúlaverkætlanina í Marknagili. Tað sigur Landsverk í tíðindaskrivi í dag.
- Freistin fyri undangóðkenning í sambandi við bygging av nýggjum miðnámsskúla í Havn Skúladepilin við Marknagil var úti hin 22. januar. Landsverk, sum er almennur byggiharri, er nú komið á mál við at viðgera tilfarið, sum er innkomið í sambandi við undangóðkenning av arbeiðstakarum.
Landsverk sigur, at samanlagt vóru 24 fyritøkur, sum bjóðaðu seg fram at standa fyri teimum ymisku stórarbeiðstøkunum í Føroya størstu byggiætlan nakrantíð.
- Av teimum 24 eru 21 fyritøkur nú undangóðkendar til víðari luttøku í sambandi við innlating av tilboði til eina ella fleiri av teimum átta stórarbeiðstøkunum, sum verkætlanin er býtt upp í.
Lagt verður aftrat, at tær átta stórarbeiðstøkurnar eru hesar: 1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði. 2) Innilokan 3) Innrætting o.a. 4) El-arbeiði o.a. 5) HVS, luftskiftisskipanir o.a. 6) Múraraarbeiði o.a. 7) Málaraarbeiði o.a. 8) Lendisarbeiði o.a.
- Yvirlit yvir tær 21 fyritøkurnar, sum nú hava fingið undangóðkenning, kann takast niður á heimasíðu okkara.
Landsverk sigur, at næsta stig verður at geva teimum 21 fyritøkunum atgongd til projekttilfarið, soleiðis at tær kunnu geva tilboð upp á arbeiðstøkurnar.
- Samlaðu byggiútreiðslurnar fyri Marknagilsdeplin eru í verklagslógini ásettar til at vera í mesta lagi 391 miljónir krónur. Tá er innbúgv og onnur útgerð, sum væntandi fer at liggja um 60 miljónir krónur, ikki íroknað. Miðað verður eftir, at lisitatiónin verður hildin í apríl mánaði, sigur stovnurin.