Nakað eftir klokkan 14 í gjár fór kravgonga úr Svimjihøllini í Havn oman í býin við kós móti Tinghúsvøllinum.
Kravið hjá fyrireikarunum, bólkini Verjið børnini, var einfalt, at tað ongantíð skal vera ov seint at fráboða.
Stigtakararnir heita á politikararnar um at broyta lógina og avtaka fyrningarfreistina í sambandi við kynsligan ágang.
Og tveir politikarar, sum hava beinleiðis ávirkan á, um lógin verður broytt, vóru millum røðararnar á Tinghúsvøllini.
Tann fyrra var Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin. Hon er ikki í iva um, at fyrningarfreistin – ikki bara skal leingjast, men skal burtur:
– Tað er ongin ivi í míni sál um, at vit eiga at taka fyrningarfreistina burtur í samband siðamisbrot og kynsligan harðskap! Tey, sum hava verið fyri teirri vanlagnu, at verða útsett fyri kynsligum harðskapi skulu hava møguleika alt lívið at fáa rættarliga uppreisn og ikki sum í dag, at eitt mál er fyrnað, tá man er vorðin 28 ár, segði landsstýriskvinnan.
Hon segði, at hetta eiga vit broyta skjótast gjørligt – og vísti á onnur átøk, sum eisini eru ávegis:
– Breið politisk semja er um at gera eina heildarætlan um kynsligan harðskap í Føroyum. Politiskt er semja tvørtum floksmørk, at kynsligur ágangur skal steðga. Heildarætlanin skal viðgera tey átøk sum eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera seinárin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, umframt viðgerðartilboð fyri skemmaran og hjálp til familjur teirra.
Hon vísti á, at seinni í ár letur fyrsta Barnahúsið upp í Føroyum.
– Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harðskap skulu reika ímillum myndugleikar, frá sálarfrøðingi, til løgreglu, til lækna v. m. so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir barnavinarligum umstøðum, segði hon.
Hon vísti á, at skipanin við barnahúsum er væl kend í okkara grannalondum og hava øll grannalondini fingið stovnsett tílíkar skipanir við barnahúsum við góðum úrslitum.
– Somuleiðis gera vit ta broyting, at tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um t. d. kynsligan ágang, so skulu tey seta kanning í verk innan 24 tímar. Hesa broyting gera vit, tí skjót hjálp er góð hjálp. Haraftrat verður skipan við barnaumboði sett á stovn, at tryggja rættindum hjá okkara børnum. Í hesum liggur eisini at styrkja rødd barnanna í almenna rúminum, at geva okkara børnum eitt talirør, so umstøðurnar kunnu gerast betri við barninum í miðdeplinum, segði Annika Olsen.
– Við hesum átøkum vóni eg, at vit koma longur á leið. Við hesum átøkum taka vit størri ábyrgd. Við hesum kunnu vit vera við at bróta tøgnina. Við hesum eru vit eisini við at verja børnini, segði Annika Olsen millum annað í røðu síni á Tinghúsvøllinum í gjár.
Røðan hjá Anniku Olsen kann lesast her
Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, vísti á, at seksuelt misbrúk av børnum er øðrvísi enn onnur lógarbrot. Hon fegnaðist um, at fyrireikararnir hava tikið hetta stigið og brotið tøgnina, sum hevur valdað á hesum øki.
– Tíbetur standa nógv fólk saman um málið, so persónligi prísurin ikki verður ov høgur fyri hin einstaka. Her mugu vit standa saman sum fólk. Lat meg leggja fyri við at vísa á, at vit í løgtinginum samstarva tvørtur um floksmørk við teimum tiltøkum, sum eru í umbúnað – líka frá broytingum viðvíkjandi fráboðanarskylduni í barnaverndarlógini til at seta á stovn Barnahús og at seta í verk heildarætlan fyri kynsliga misnýtslu av børnum, sum Annika Olsen greiddi frá í síni røðu. Hetta evnið er ov týdningarmikið til flokspolitiskt agg og sjálvprofilering, segði Rigmor Dam.
Hon vísti á týdningin, at hevur, at farið veru siðiliga og sakliga til verka, so stríðið ímóti seksuellum misbrúki av børnum fær eina so breiða undirtøku, sum til ber.
– Vit mugu fyri alt í verðini sleppa undan eini heksajakt, har ósek verða hongd út. Vit hava upplivað tað her heima, og man upplivdi í eitt nú USA, har óteljandi ósek fólk, fólk - foreldur, ommur og abbar - vórðu handtikin og dømd, tá hol kom á búldina har yviri fyrst í 80’unum. So nú er at standa saman, halda høvdið kalt og hjartað heitt. Tí seinastu árini hava vit verið vitni til óteljandi mál um sexuelt misbrúk av børnum í Føroyum. So nógv, at man av røttum øtast, segði Rigmor Dam.
Løgtingskvinnan vísti á, at fyrningarfreistin ikki er galdandi fyri dráp, men fyri kynsliga misnýtslu.
– Tá tú ger teg kynsliga inn á eitt barn, sløkkir tú lívsneystan í eygunum á barninum.
– Tú rænir tað óspilta og álitisvekjandi í sinninum á barninum.
– Tú plantar ótta og vónloysi í hugaheimin á barninum.
– So tað kann væl vera, at tú ikki tekur lívið av barninum - tú fert fetið víðari, og frátekur barninum tað dýrabarasta av øllum: Rættin at liva!
Røðan hjá Rigmor Dam kann lesast her