Fyrr fingin undir Føroyum

Makrelgeddan, sum tveir sandavágsdreingir fangaðu sunnudagin, er fyrr fingin undir Føroyum, veit Fiskirannsóknarstovan at siga frá

Fiskurin, sum teir báðir Sandavágsdreingirnir, vit nevndu í blaðnum í gjár, fangaðu á Miðvági, er fingin undir Føroyum nakrar feðrir áður, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.
Hann sigur, at talan er um fisk, sum ikki er vanligur undir Føroyum, tí hann livir í heitari sjógvi. Men eitt nú Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, hevur nevnt hann millum fiskar fingnir undir Føroyum. Hann er fingin bæði á Skálafirði og eisini á bankunum kring Føroyar, vísir Jákup Sverri Joensen á.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at fiskurin helst er komin hendanveg við heitari sjógvi, sum rikin er hendanveg. Sjógvurin kring Føroyar er heitari í ár, enn hann er vanlig ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Hvørjar avleiðingar tað hevur, ella um tað hevur avleiðingar yvirhøvur, vilja tey á Fiskirannsóknarstovuni ikki siga nakað um enn. Fylgt verður við, hvussu gongdin er, sigur Hjalti í Jákupsstovu og vísir á, at Magnus Heinason í løtuni er úti og ger yvirlitstrolingarnar, sum gjørdar verða á hvørjum sumri.