Á Toftum tekur B68 móti EB/Streymi, meðan fuglfirðingar fyri áðru ferð upp á fýra dagar fáa vitjan av vágamonnum. EB/Streymur er steypaliðið fram um øll hini seinastu árini. Tí kemur tað ikki óvart á, at teir eru millum fýra tey seinastu liðið, ið eru eftir í ársins steypakapping. Sunnudagin var EB/Streymur á vitjan á júst Toftum í landskappingini. Tað endaði við einum 1-0 sigri til toftamenn, so Bill og hansara menn vit hvussu tú vinnur á EB/Streymi ? í landskappingini í hvørtfall.
Mánakvøldið var 07 Vestur á ránsferð í Fuglafirði og fór heim við øllum stigunum í landskappingini. Í kvøld stendur eitt atgongumerkið til Summar Festivalin upp á spæl, tá somu lið hittast á sama stað.
Løgmanssteypið hálvfinalur:
B68 ? EB/Streymur 19:00
ÍF ? 07 Vestur 18:30