Fyrrverandi AP oljustjóri til SAGEX

Wilhelm Petersen, sum í 12 ár var stjóri - og ein av stigtakarrnum - í føroyska oljufelagnum Atlantic

Petroleum, byrjaði fyrst í hesum árinum í nýggjum starvi hjá norska oljufelagnum SAGEX. Hann er settur stjóri fyri strategiskari og vinnuligari menning hjá felagnum, sum er virkið bæði í føroyskum øki og úti í heimi. Wilhelm Petersen sigur við Portalin, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing fyri seg og er meinlík tí arbeiði hann hevði í Atlantic Petroleum.

? Uppgávan, eg havi fingið hjá Sagex, er at menna strategiina hjá felagnum og finna nýggjar verkætlanir og vinnumøguleikar.

Hóast fyrrverandi Atlantic Petroleum stjórin nú skal starvast á høvuðssætinum hjá Sagex í Oslo, so sleppur hann kortini ikki heilt føroysku oljuleitingini. Sagex er nevniliga fyristøðufelag í trimum loyvum á føroyska landgrunninum.

Wilhelm Petersen metir tað vera sera spennandi at vera við í menningini av einum oljufelag, ið er fyristøðufelag í fleiri loyvum og sum eisini byrjar framleiðslu í næstum.

Tað er heldur ikki nakað nýtt fyri Wilhelm Petersen at hava bæði Føroyar og onnur lond sum sítt arbeiðsøki.

-Tey árini, eg starvaðist hjá Atlantic Petroleum, fór størsti parturin av arbeiðnum fram í Bretlandi og Írlandi, har vit funnu nýggjar møguleikar, sum í dag bera frukt og har felagið forvinnur munandi upphæddir. Tað verður so eisini hetta, sum verður raðfest ovarliga hjá nýggja arbeiðsgevaranum Sagex, nevniliga at finna møguleikar, sum kunnu geva ein positivan peningastreym uppá stutt sikt.