Fyrrverandi B36-venjari talentleitari í Brøndby

Svenski Per-Olov Andersson, vanliga nevndur ’Pelle’, sum eitt skifti var venjari hjá B36, varð í gjár settur í starv sum talentleitari hjá Brøndby IF

Fótbóltur

 

Svenski Pelle Andersson, sum var venjari hjá B36 ein part av kappingarárinum í 2000 var venjari hjá B36, hevur seinastu trý árini verið talentleitari (scout) í enska stórfelagnum, Chelsea. Fyri tveimum mánaðum síðan varð hann tó uppsagdur saman við 13 øðrum talentleitarum, men hann náddi ikki at ganga arbeiðsleysur leingi. Í gjár setti danska Brøndby IF nevniliga hann í starv sum norðurlendskur talentleitari í felagnum. Hetta arbeiði fekk hann saman við norska Bjørn Magne, sum eisini er ein av teimum 14 uppsøgdu í Chelsea.

 

Eigur met í Chelsea

43 ára gamli Pelle Andersson, sum er ættaður úr Lindö í Svøríki, gjørdi um seg í Chelsea. Í 2005 setti hann met fyri at hava leitað fram dýrasta U18-leikara í heiminum, tá ið hann ráddi Chelsea til at keypa tá 16 ára gamla verjuleikaran, Slobodan Rajkovic, frá OFK Belgrad fyri smáar 34 milliónir føroyskar krónur. Nú 19 ára gamli Rajkovic, sum hevur leikt tveir landsdystir fyri Serbia, er í løtuni útleigaður til hollendska FC Twente.

 

Stórar vónir til Pella

Ítróttarstjórin í Brøndby IF, Anders Bjerregaard, hevur stórar vónir til Pella og norska arbeiðsfelaga hansara.

- Vit síggja Norðurlond sum heimamarknað okkara, og vilja fegnir hava teir bestu leikararnir hiðani. Hesir talentleitararnir hava eina breiða vitan og drúgvar royndir frá virkseminum í Chelsea. Eg eri sannførdur um, at vit kunnu læra nógv av hesum, sigur Anders Bjerregaard við Ekstrablaðið.