Fyrrverandi hetja hjá Liverpool er vrakað

Seria A: Hann var eina ferð heilt stóra hetjan hjá Liverpool, men nú er hann varkaður í PSG

AS Roma hevur leigað 31 ára gamla Georginio Wijnaldum frá Paris Saint Germain. Við í avtaluni er ein keypsmøguleiki fyri 60 milliónir krónur, sum verður eitt álagt keyp, um AS Roma kemur í Champions League, og miðvallarin hevur spælt helmingin av dystunum.

 

Georginio Wijnaldum var eina ferð snúningspunktið á miðvøllinum hjá Liverpool, og var stóri maðurin saman við Divock Origi, tá Liverpool vendi ein 3-0 tapi í fyrru hálvfinaluni í Champions League í 2019, til ein 4-0 sigur á heimavølli.

 

Í 2021 spældi hann sín seinasta dyst fyri Liverpool, eftir seks góð ár á miðvøllinum hjá Jurgen Klopp. Sáttmálin gekk út og partarnir komu ikki ásamt um ein nýggjan sáttmála. Hollendski miðvallarin skuldi til FC Barcelona, men fíggjarliga óskilið gjørdi, at hann endaði í Paris Saint Germain saman við Lionel Messi.

 

Eftir eitt ár sum breiddarspælari í franska høvðusstaðnum, er drifttryggi miðvallarin sendir til Italia. Hann skal nú saman við José Mourinho og AS Roma stríðast fyri at røkka tindunum aftur.