Tað hevur verið nógv fótbóltsferðsla til Fuglafirðar, síðani punktum varð sett fyri 2019 kappingarárið, og tað letur til, at tað framvegis legst aftrat í Fløtugerði.
Í hesi vikuni hevur Bogi A. Løkin vant undir leiðslu av Hans Jørgen Djurhuus og Ólavi Larsen. Bogi er gamal kenningur í Fuglafirði, har hann var á liðnum í 2011, 2012 og 2014. Serliga væl hilnaðist tað í 2012, tá ið ÍF leingi var við í FM stríðnum og endaði á silvurplássinum. Í 2011 var ÍF í steypafinaluni.
Bogi A. Løkin hevur seinastu árini verið undir hægri útbúgving í Keypmannahavn. Eftir at hava lokið prógv og vunnið sær arbeiðsroyndir í danska høvuðsstaðnum, er hann nú fluttur aftur til Føroya. Tað fer ÍF eftir øllum at døma at fáa gagn av.
Umframt ÍF hevur Bogi í Føroyum umboðað barndómsfelagið NSÍ. 31 ára gamli miðvallarin hevur í bestu deildini spælt 172 landskappingardystir.
Bogi hevur 18 ferðir verið á landsliðnum, umframat at hann hevur verið á U-21, U-19 og U-17 landsliðnum. Síðsta landsdystin spældi hann í 2012.