Fyrrverandi Lasmomaður ráðgevi hjá Atlants Kolvetni

Síðani oljuprísirnir fóru í botn fyri góðum ári síðani eru hendar stórar broytingar í oljuverðini. Mong feløg vórðu løgd saman, nakað, sum førdi til hópuppsagnir. Tær broyttu tíðirnar gjørdu so eisini, at fólk, sum høvdu havt áralangar royndir hjá oljufeløgunum, gjøru av at royna seg sum sjálvsstøðugir ráðgevar.

Síðani oljuprísirnir fóru í botn fyri góðum ári síðani eru hendar stórar broytingar í oljuverðini. Mong feløg vórðu løgd saman, nakað, sum førdi til hópuppsagnir. Tær broyttu tíðirnar gjørdu so eisini, at fólk, sum høvdu havt áralangar royndir hjá oljufeløgunum, gjøru av at royna seg sum sjálvsstøðugir ráðgevar.

Hetta er so eisini ein gongd, sum man hevur merkt fylgjurnar av í Føroyum. Ein teirra, sum leingi hevur verið virkin í einum av oljufeløgunum, sum hevur verið við í kanningunum her, Mike Welland hjá Lasmo, er farin at royna seg sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í løtuni hevur hann avtalu við føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni.

Og tá tað fríggjadagin í farnu viku varð kunngjørt, at m.a. Lasmo hevur tikið seg úr The Faroes Partnership oljubólkinum, var kortini eitt av fyrrverandi umboðunum hjá nettupp sama Lasmo við til tíðindafundin. Mike Welland sigur seg vera fegnan um at kunna geva føroyska oljufelagnum eina hjálpandi hond. Sjálvur hevur hann drúgvar royndir í oljuvinnuni, sum hann vónar kunnu koma føroyska oljufelagnum til góðar.

-Eg havi mítt egna ráðgevarafelag, og royni í løtuni at ráðgeva Atlants Kolvetni á fleiri økjum, tøkniligum sum øðrum. Tað er mín vón, at mongu partaeigararnir í felagnum kunnu fáa gleði av mínari ráðgeving.

Mike Welland heldur annars, at ein orsøk til at LASMO hevur tikið seg heilt úr Føroyaøkinum er tann, at felagið hevur ikki mett, at hetta økið fellur nóg væl saman við tær arbeiðsuppgávur, sum teir hava so nógva aðrastaðni í verðini. Mike Welland vísir annars á, at øll feløg í oljuvinnuni taka slíkar avgerðir nú og tá, og tað er heldur ikki óvanligt, at onnur feløg finna olju í nettupp økjum, hesi rýma frá. Men hetta er ?the nature? av oljuvinnuni leggur fyrrv. Lasmomaðurin aftrat.

Mike Welland dylur ikki fyri, at hann er sera væl nøgdur við Atlantic Petroleum og teirra máta at arbeiða uppá. -Eg haldi hetta felagið er bygt upp á skilagóðan hátt og eigur eina sera týdningarmikla framtíð.

Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni sigur seg vera væl nøgdan við at hava fingið Mike Welland sum ráðgeva, nú hann hevur luttikið í arbeiðinum við Føroyar frá miðjan 90-unum. Hann hevur neyðuga tøkniliga førleikan, sum Atlants Kolvetni ikki hevur í løtuni.